Umhvørvisstovan hevur nú góðkent fýra kommunalar spillivatnsætlanir afturat, nevniliga tær hjá Skúvoyar-, Eiðis-, Húsavíkar-og Tvøroyrar kommunu.
Hetta merkir, sigur stovnurin, at nú hava tilsamans 20 av 30 kommunum góðkenda ætlan. Aftrat teimum nú góðkendu ætlanunum, eru níggju aðrar spillivatnsætlanir enn til viðgerðar.
- Hetta merkir, at tað einans er ein kommuna, ið ikki hevur latið Umhvørvisstovuni spillivatnsætlan til góðkenningar. Henda verður tó væntandi send okkum innan hin 1. mars 2012, sigur Umhvørvisstovan.