Í dag er komið fram, at fleiri heilt stórar stjørnur innanfyri ymisk sløg av tónleiki vitja í Danmark næsta ár. Talan er um karibisku Rihanna, ensku Judas Priest og svenska Erik Hassle.
Tað verður poppdrongurin Erik Hassle, sum fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot við løgunum »Hurtful« og »Don?t Bring Flowers«, ið spælir fyrst av hesum trimum, tá hann fer á pall í Odense 13. mai næsta ár.
Ein góðan mánað seinni spælir enski tungmálmsbólkurin Judas Priest á málmsfestivalinum Copenhell, sum verður í Keypmannahavn í døgunum 17. og 18. juni 2011.
Og í heyst næsta ár spælir so poppstjørnan Rihanna í Jyske Bank Boxen í Herning. Rihanna gav herfyri sína fimtu fløgu út, og fer ivaleyst at spæla løg av hesi fløguni tann 28. oktober í Herning.
Í dag er eisini komið fram, at enski Ozzy Osbourne vitjar á Danmarks Smukkeste Festival næsta ár.