Fleiri stormskaðar í Fuglafirði

Tað var sjálsama nógvur vindur í Fuglafirði í gjárkvøldið, og Fuglafjarðpar Sløkkilið var úti frá eftir nátturða fram til miðnátt at bøta um stormskaðar. Vindurin var so nógvur sum sjáldan áður í Fuglafirði í gjárkvøldið, og fleiri stormskaðar vóru.

Tað byrjaði um knapt átta tíðina í gjárkvøldið, tá tveir rútar á flakavirkinum fóru. Sløkkiliðið fór á staðið og negldi plátur fyri.

- Stutt eftir máttu vit so á gamla Ice, sum eisini hevði fingið stormskaða, og tað fingu vit so bøtt upp á eisini, sigur Johann Clementsen, sum er sløkkiliðsleiðari í Fuglafirði.

Seinni upp á kvøldið fekk eisini frystigoymslan á havnarøkinum stóran skaða, tá ein heilur veggur feyk í havið. Sløkkiliðið fekk lagt trol oman yvir.

- Vit vóru lidnir um miðnáttina, og tað er einki hent síðani, hvørki í nátt ella í morgun, sigur Johann Clementsen.