Í Ísrael eru nógv fólk eftir øllum at døma væl nøgd við røðuna, sum Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, helt á aðalfundinum hjá ST í síðstu viku.
Flokkurin hjá forsætisráðharranum, Likud-samgongan, hevur mist nógvar veljarar í ár orsakað av trupulleikum í búskapinum, men nú hevur flokkurin líka stóra undirtøku millum fólk sum á seinasta vali.
Arbeiðaraflokkurin hevur eisini framgongd, og tað kemst sambært eygleiðarum av, at flokkurin júst hevur valt Shelly Yachimovich til formann.
Eftir einari nýggjari meiningakanning høvdu høgraflokkarnir fingið 65 sessir í tinginum nú og vinstraflokkarnir og arabiski flokkurin 55, sum val hevði verið nú.