Tað sigur Magni Arge, sum í vikuni hevur verið á tveimum ferðavinustevnum, har áhugin fyri Føroyum er størri enn nakrantíð ? sjálvt úr Japan er áhugi. Mikudagin í farnu viku var Atlantsflog við á einari ferðavinnustevnu í London, sum er nevnd Destinations.
- Tað var týðiliga ein stórur áhugi fyri Føroyum á hesari stevnuni, og fólk vóru so áhugað at koma til Føroya, at tey ynsktu at keypa ferðaseðil á sjálvari stevnuni, sigur Magni Arge.
Hann sigur, at fyri fyrstu ferð er áhugi vístur Føroyum úr Japan, og longu nú eru 150 ferðaseðlar seldir til japanesarar, sum ætla sær til Føroya í ár.
- Fríggjadagin vóru vit so á Midatlantic ferðaráðstevnuni í Reykjavík, og har var fyri fyrstu ferð rættiligur áhugi vístur okkum frá amerikumonnum, sigur Magni Arge.
Hann heldur, at tað fyrst og fremst er óspilta náttúran í Føroyum, reina luftin og reina havið, sum dregur.
- Vit hava onga kunstiga menning í Føroyum so sum tey hava aðrastaðni, og so er tað áhaldandi marknaðarføringin, sum nú sær út til at bera frukt, sigur Magni Arge.
Hann heldur tí, at tað kemur ógvuliga illa við, at landsstýrið júst nú minkar stuðulin til at marknaðarføra Føroyar.
- Tað er ógvuliga harmiligt. Nú eru fólkini spard burtur, sum høvdu við fjølmiðlaheimin at gera, og tað er serliga nú, tá vit byrja at kenna úrslitið av miðvísu marknaðarføringini, at vit skuldu lagt doyðin á, og smíðað, meðan jarvið er heitt, sigur Magni Arge.