Í dag er ein vika liðin, síðan løgmaður skrivaði út løgtingsval at vera 30. apríl, og valfeløgini eru tískil farin at fyrireika seg til valið.
Vallógin sigur, at uppstillingarlistarnir skulu verða valstýrinum í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur innan valið. Feløgini hava tí tvær vikur at gera listarnar klárar.
Fleiri feløg hava fyri mánaðum síðani hildið fyrsta uppstillingarfundin. Í kvøld hevur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag 2. og møguliga 3. uppstillingarfundin í felagshølunum á Argjum. Fleiri uppskot eru longu innkomin til listan, og verður hann endaliga staðfestur í kvøld, verður tað helst við atkvøðugreiðslu.
Norðoya Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag hava somuleiðis 2. og møguliga 3. uppstillingarfund í kvøld og Gøtu Javnaðarfelag hevur uppstillingarfund.
Í annaðkvøld hevur Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag uppstillingarfund í Eiriksgarði í Dali, og leygardagin klokkan 17:00 hevur Vágs Javnaðarfelag fund við Henriki Old og Kristian Magnussen. Har fara tey at viðgera politisku gongdina og uppstilling. Borðreitt verður við smyrjibreyði
Síðani seinsta løgtingsval er vallógin broytt soleiðis, at nú kunnu ikki eins nógv stilla upp. Fyrr stóð í lógini, at tað kunnu stilla upp dupult so nógv valevni, sum umdømisvaldir tingmenn eru í valdøminum. Fyri Suðurstreymoyar valdømi merkir tað, at nú kunnu bert 11 valevni stilla upp, meðan tað framman undan vóru 16.
Talið av teimum, sum kunnu stilla upp, er soleiðis (tølini í klombrum eru tey gomlu):
Norðoya valdømi:7 (8)
Eysturoyar valdømi:8 (10)
Norðstreymoyar valdømi4 (4)
Vága valdømi4 (4)
Suðurstreymoyar valdømi11 (16)
Sandoyar valdømi4 (4)
Suðuroyar valdømi
7 (8)