Fleiri veteranar sita uttanfyri

John Petersen ver?ur millum B36 spælararnar, me?an fleiri av hinum royndu B36 monnunum framvegis ikki eru førir fyri at spæla. Ta? sama er galdandi fyri Allan Joensen hjá KÍ, sum nú skal til Danmarkar

B36?KÍ
Jóannes Hansen

Eftir ikki serliga sannførandi 1. hálvleik og kortini stórsigur á EB/Streymi í fyrsta umfarinum, eigur B36 aftur heimavøll í ø?rum umfari. Gestirnir úr Klaksvík fingu fulla úrtøku á heimavølli ímóti B68. Men heldur ikki hjá teimum seg?ist leikliga avriki? at vera so ógvuliga sannførandi.
B36 og KÍ vóru saman í bólkaumfarinum. Í sí?sta umfarinum enda?i ta? 1?1 í Gundadali. Hjá KÍ var talan um nógv meiri sannførandi avrik, enn tey vóru ímóti B36 í fjør. Tá løgdu klaksvíkingar rygg til fleiri ey?m?kjandi tap ímóti B36. Eitt nú taptu teir landskappingardystin í Gundadali 7?1.
Hjá B36 er ta? komi? væl vi?, at teir hava nógv fólk at taka av. Fleiri veteranar havva veri? skaddir, og ta? tykist sum um, at ta? ver?ur ein løta, á?renn fleiri teirra fara at vera vi? í kappingini um plássini. John Petersen hevur vant seinnapartin av vikuni. Fyrrapartin í gjár tóktist ta? sum um, at hann ver?ur partur av B36 li?num í morgin. Um hann ver?ur førur fyri at spæla alla tí?ina var ógreitt.
Jóhannis Joensen, Allan Mørkøre og Jens Kristian Hansen eru framvegis skaddir. Teir eru ikki farnir at venja saman vi? hinum. Ímóti EB/Streymi var? veteranurin Jens Erik Rasmussen tikin út, tá i? seinna umfari? var hálvrunni?. Tá var? Áki Mørk settur á vøllin. Hóast hann bara hev?i vant í fjúrtan dagar, so var Áki rættuliga væl upplagdur, og hann skora?i tvey mál. Ta? kann væl vera, at hann í morgin ver?ur ímillum teir fyrstu ellivu.
Hjá KÍ er ta? greitt, at Jacob Bymar, sum skora?i sigursmáli? ímóti B68, ikki ver?ur vi? í morgin. Orsaka av vøddaska?a noyddist hann at taka seg burturúr ímóti B68. Ta? er ivasamt, um hann ver?ur førur fyri at spæla fjór?ingsfinalu ímóti ÍF um eina viku. Norski álopsspælarin, Stig Edvin Aksnes, hevur veri? uttanfyri. Fyrst tí hann var skaddur og so tí hann ikki slapp framat fyri Jacob Bymar og Erlingi Fles. Í morgin fer hann ivaleyst at fáa møguleikan at vísa, at hann eigur rætt til eitt av álopsplássunum. Mi?vallarin Símun Joensen er eitt sindur ivasamur. Hann hevur trupulleikar vi? fótinum og hevur ikki vant vi? fullari fer? í hesi vikuni.
Í Klaksvík hava teir vóna?, at veteranurin og li?forma?urin seinastu árini, Allan Joensen, var vi? at koma fyri seg aftur. Ta? vóna teir framvegis, men nú er greitt, at ta? neyvan ver?ur hesumegin summarste?gin. Nor?l?si? visti í gjár at siga, at Allan nú skal til kanningar og skanningar í Århus. KÍ venjarin, Ove Flindt?Bjerg, hevur umvegis gamla felagi? hjá sær, AaB, fingi? samband vi? serlæknan Ulrik Fredberg, sum skal finna út av, hvussu stø?an er, og hvat møguliga kann gerast vi? hælsinuna, sum sí?ani í 1996 hevur veri? orsøk til, at Allan Joensen so at siga ikki hevur veri? førur fyri at spæla vi? fullari fer?.