Fleiri vilja hava Atla

Sí_stu dagarnar hava bæ_i Brann í Bergen og Sogndal s_na_ KÍ li_formannin Atla Danielsen, sum hósdagin kemur aftur til Klaksvíkar

Seinnu árini hevur ta_ ofta víst seg, at tá i_ ein fótbóltsspælari í Klaksvík hevur stungi_ nøsina eitt sindur fram um hinar, so hevur ta_ veri_ skjótt, at hann ikki longur hevur veri_ í Klaksvík, men heldur hevur veri_ í onkrum ø_rum føroyskum felag ella kanska í útlandinum.
Eingin ivi hevur veri_ um, at mest ey_s_ndi spælarin hjá KÍ higartil í ár hevur veri_ Atli Danielsen, sum umframt at gerast alt meiri intergrera_ur partur av landsli_num, eisini hevur fingi_ áliti_ at vera li_forma_ur í Klaksvík.
At ta_ hevur gingi_ væl hjá Atla tykist nú hava vakt áhugan hjá útlendskum feløgum. Í hvussu so er tvey norsk feløg tykjast hava áhuga í at vita, um KÍ li_forma_urin er ein spælari, sum tey kunnu brúka.
Anna_ felagi_ er Brann í Bergen. Í sí_stu viku ljó_a_i, at Atli skuldi til Bergen at royndarvenja í fimm dagar. Atli fór úr Klaksvík, men tá i_ ta_ kom til stykkis, var ta_ ikki í Bergen, men heldur í Sogndal, at hann hevur royndarvant. Sogndal er felagi_, har tríggir føroyskir spælarar vóru fyri trimum árum sí_ani - Hans Fró_i Hansen, Julian Johnsson og Kurt Mørkøre.
Atli vandi upp undir vikuskifti_ vi_ Sogndal. Sunnudagin var venjingardystur millum Sogndal og Brann. Harvi_ fingu bæ_i feløgini møguleika at leggja klaksvíkingin á vágskálina. Úrsliti_ avvenjingardystinum var 2-2.
Atli Danielsen var á Sogndal mi_vøllinum í 1. hálvleiki. Eftir ste_gin var hann vongverji í høgru, og tá i_ seinna umfari_ var hálvrunni_, var_ hann skiftur út.
Í gjár og í dag skuldi Atli venja vi_ Sogndal. Ætlanin var, at hann skuldi koma aftur til Klaksvíkar í morgin, men nú ver_ur ta_ ikki fyrrenn hósdagin. Um sáttmáli fer at spyrjast burturúr ella ikki, og um Atli yvirhøvur er áhuga_ur í at fara til Noregs at spæla fótbólt hevur einki veri_ at hoyrt um enn.
Í fyrsta umfari hevur KÍ li_forma_urin tiki_ hetta sum ein áhugaverdan møguleika at tevja, hvussu lívi_ gongur fyri seg hjá yrkisspælarum.
Sí_ani ta_ í sí_stu viku frættist, at møguleiki var fyri, at KÍ skuldi missa li_formannin til norskan fótbólt, hevur lívligt or_askifti veri_ á KÍ heimasí_uni, har summi siga seg vera fegin um, at evnaríki spælarin tykjast hava møguleika at royna, hvussu langt evnini kunnu røkka uttanfyri landoddarnar, me_an onnur geva ilt av sær um, at ta_ eina fer_ skal vera KÍ, sum ver_ur knokkroytt fyri bestu spælararnar!