Danir eiga at leggja seg eftir at útbyggja vindorkuna og aðra varandi orku, tí á tann hátt sleppa teir undan at keypa olju og gass frá óálítandi londum fyri at nøkta orkutørvin.
Tað stendur í einari arbeiðsætlan hjá stjórnini.
Lykke Friis, veðurlags- og orkumálaráðharri, sigur við kringvarpið DR, at vindmyllur á sjónum verða høvuðsgrundarlagið undir orkuframleiðsluni í framtíðini. Hon sigur, at møguleikarnir við vindmyllum á sjónum eru so stórir, at tær kunnu nøkta allan tann danska orkutørvin og meiri afturat.
Danir hava fleiri ætlanir um vindmyllur á sjónum, og ætlanir eru eisini um samstarv við sviar og týskarar á økinum.