Heystfrítíðin hjá skúlunum er flettingartíð. Nógvastaðni sæst ljós í vikuskiftishúsunum, nú fólk eru komin av størru plássunum út á smábygdirnar at ganga fjall og fletta.
Telefonin ringir. Tað eru fjallboð.
»Vit fara týsmorgunin klokkan átta. Møta á vanliga staðnum«, eru boðini, røktingarmaðurin gevur.
Hetta eru eingi óvæntað boð. Bíðað hevur verið eftir teimum nú í nakrar dagar.
Á rættini verður avtalað, áðrenn farið verður til gongu, hvussu gerast skal. Nógv er fólkið. Eyðsýnt er, at skúlarnir hava frí, og eisini er fólk komið aðrastaðni at ganga á fjall. Eigararnir eru ikki altíð líka støðufastir sum jørðin sjálv, so teir flyta pláss av plássi.
Tað gongur upp á stás. Klokkan trý eru vit aftur við hús við skurðinum, og so er bara flettingin eftir.
Tað er altíð spennandi, tá flett verður. Tað er líkasum ein egin dámur yvr húsinum, tá soleiðis er. Fleiri eru, sum bjóða seg fram at taka eina hond í, so fjallmaðurin tekur tað bara heilt róligt. Ivaleyst fara skinnini at fáast av teimum bæði skjótt og væl.
Børnini eru spent og vilja síggja, hvussu farið verður fram. Hugaligt, halda tey eldru, at tey tíma at vera við og læra tað, sum tey gomlu ofta halda er við at fara.
Men so er ikki. Størru børnini vita rættiliga væl, hvussu farast skal fram, og onkur er, sum rættilig hjálp er í, meðan summi bara eru forvitin og fylgja við. Bíða til teirra túrur kemur.
Og so eru tað hesir, sum støkka inn á gólvið. Teir síggja ljós í kjallaranum og hava roknað út, at her verður flett. Hugurin er almikil, og tá teir sjálvir nú einki hava at fletta í dag, verður farið at fregnast, hvussu skerst hjá øðrum. So verður sammett og reypað. Ella teir bara tiga, tá teir síggja, at her er betri vekt, enn teir fingu í seinastu viku.
Jú, hendan tíðin er nakað heilt serligt á bygdunum.
Borðini eru gjørd til reiðar. Íløt og lappar, knívar og byrsa verða funnin fram, og so er klárt at byrja.
Flett verður upp á gamlan máta í kjallaranum. Alt verður gjørt á borði, og ikki, sum onkur er farin at gera nú, at hongt verður upp og skinnið skrætt av.
Tað er skjótt at fletta soleiðis, og reint er tað eisini. Men tað verður líkasum ikki roknað so nógv av øllum at fletta seyð sum haru, sum tikið verður til.
Maðurin fer eftir fyrsta lambinum, sum stendur í seyðarúminum undir hjallinum. Hann kemur aftur,fellir tað og leggur tað á eitt lágt borð. Her verður skotið ov svævt, áðrenn tað verður flutt yvir á leysa flettingarborðið at tumma og taka úr, so tann næsti sleppur fram at við sínum. Soleiðis gongur tað hond í hond, og tað sær út til at rigga bara væl.
Fyrr var ikki lukkuligt at vera staddur aftan fyri seyð, sum skotin varð. Tá gomlu byrsurnar vórðu brúktar, varð altíð hugsað um, hvar kúlan kundi finna upp á at fara. Nú píkabyrsurnar verða brúktar, verður minni hóvasták gjørt burturúr. Tá felt er, verður skotið og svævt. Eitt ílæt at røra blóðið í stendur klárt, og so gongur tað bara sína gongd.
Tá liðugt er at bløða, verður høvdið skorið av. Eitt sindur av blóði er komið í ullina, so tað verður skorið burtur, áðrenn høvdið verður lagt til síðis.
Kroppurin verður fluttur yvir á leysa flettingarborðið, og skolað verður eftir gólvinum. Tað er so nógv arbeiðsligari, tá hildið verður reint alla tíðina. Og matframleiðsla er hetta jú, so tað skulu ordiligar umstøður til.
Rist verður omanfyri. Frambeinini fáa ein skurð um knæliðið aftantil, og kvívurin verður settur undir skinnið og skorið verður fram um hálsin. Haðani niður eftir, til sprett er heilt oman. Síðan verður hitt frambeinið tikið, men nú er bara at spretta fram um hálsin.
Eitt lítið sindur av skinninum verður loyst frá hálsinum, soleiðis at til slepst við nevanum at tumma. Maðurin er vandin og leggur ein klút um hálsin á fyri soleiðis at verja kjøtið móti óneyðugari dálking. Blóð og ull síggja ikki serliga væl út á krovinum, tá tað er komið at hanga í hjallinum.
Tað ræður um at koma aftur um bógvin úttan at paða. Ofta er tað her, onkur biti fer upp í skinnið. Men tað gongur bara væl, og so er sloppið.
Næsta takið er at koma runt reyvina. Tá ræður mest um at røkka, og eisini tað plagar at bera til.
Tá skinnið so er loyst, verður sprett upp, skinnið lagt væl niður við borðinum, so ull ikki kemur at kjøtinum, og afturbein og hali loyst frá.
Áðrenn opað verður, er at fáa leysablóðið úr kroppinum. Ein skurður oman eftir hálsinum. Knívurin verður stungin undir skaftið inn undir bringuna, tikið verður í sperrurnar og lyft upp aftan.
So verður opað. Nú skal ansast væl eftir, at hol ikki verður sett á vombina, tí tað kann verða eitt sindur ótýdligt. Bæði til lukt, og ikki minni um gor kemur í tálgina ella kjøtið.
Vit skera fótamør. Eitt lítið hol beint undir bringuni, soleiðis at fingurin sleppur innum. Lyft verður í, áðrenn knívurin verður settur í og skorið verður oman eftir ljósu rípuni aftur við síðuni.
Nú er spennandi at vita, hvussu feitt er. Vomb og garnar detta út, og eitt sindur av netju er. Kanska tað fer at roynast.
Netjan verður tikin, áðrenn bringan verður klovin. Tað er líkasum eitt sindur reinligari, tá mørurin verður loystur, og skivað verður, at eingin tálg er, sum gerst blóðug.
Knútur verður gjørdur á vælindi, áðrenn tað verður loyst, og vombin tikin úr. Tann royndi fletingarmaðurin tekur so nær krovinum, at miltið fylgir við vombini. Gallið er einki at goyma, so tað verður tikið beinanveg.
Tað er so nógv ruddiligari og arbeiðsligar, nú vombin er burtur. Fótamørurin verður loystur. Veðurlamb er, so hvítanýruni verða tikin frá, áðrenn hann verður lagdur á fatið, har netjan longu liggur.
Kokan verður klovin. Ansast skal nú eftir ikki at seta hol á bløðruna, og tað gongur eisini væl.
Nú eru tað garnarnir, sum skulu úr. Eitt sindur hevur nýggja tíðin tó gjørt vart við seg her. Sperðil verður ikki gjørdur, og garnmørin verður ikki hugsað um. So her verður gjørt skjótt av. Sperðilin verður loystur fram at garnmørinum. Skorið verður leyst í kokuni, og so verður øll garnarúgvan tikin í einum og beind burtur.
Nú liggja nýrumørini berir, og teir síggja bara heilt hampiligir út. So man far at roynast, verður tosað.
Teir verða tiknir. Annar aftur eftir og hin frameftir. Ein skurður inn í nýruni, og hindin verður smoygd uttan av teimum. Og so er bara mørurin eftir.
Turkað verður aftur, tí eitt sindur av blóði liggur eftir, og so verður tindin loyst báðumegin. Lundini verða loyst frá rygginum, og tikið verður í barkan, lyft upp og skorið aftur við rygginum nakað aftur. Síðan verður farið aftur móti kokuni og lundini loyst frameftir, til leyst er.
Mørurin verður hondur upp, og hjartað verður klovið, so tað blóðið, sum eftir sitir, rennur úr. Ein sveitalivur er í, sum verður tikin.
So verður skivað. Rivini verða við knívi loyst frá rygginum, soleiðis at lættari verður at turka.
Tá skivað er, verður krovið vent. Skorið verður upp millum riv og rygg, til hvíta lindin sæst. Síðan verður vágarin loystur. Trý tey fremstu rivini. Skorið verður rundan um herðablaðið. Hetta verður gjørt báðumegin.
Tá tað er liðugt, verður sprett oman við hárygginum báðu megin, so opið er. Ein skurður veðrur lagdur tvørtur um, so hálsurin er loystur.
Og so er tað mest spennandi eftir. Hvussu man vektin fara at roynast?
Tað er so ymiskt. Onkur verður skuffaður, meðan aðrir vaksa eina sponn og hava hug at reypa.
Vit bera krovið niðan í hjallin beinanveg. Her verður ikki hongt upp í hitanum. Hevur bara altíð verið gjørt soleiðis. So er ikki tað at siga, um maðkur kemur í.