Tað var tørvur á allari hjálp, nú amerikanski staturin, Massachusetts, skuldi keypa stórt inn av verndarmaskum til starvsfólk innan heilsuverkið í stríðnum at berja niður herviligu Korona-smittuna.
Sambært keldum hjá CNN var guvernørurin í Massachusetts, Charlie Baker, ógvuliga misnøgdur við at amerikansku landsmyndugleikarnir høvdu yvirbjóðað Massachusetts í einum stórum innkeypi av verndarmaskum.
Lokalsamfalegið í Massachusetts var tó til reiðar at hjálpa statinum við ætlaða innkeypinum, og eigararnir av kenda fótbóltsfelagnum, New England Patriots, feðgarnir Robert og Jonathan Kraft, læntu myndugleikunum í Massachusetts flogfarið hjá New England Patriots til at flúgva beinleiðis til Kina eftir verndarmaskum.
Í gjár lendi flogfarið aftur í Boston Logan International Airport í Massachusetts, og umborð vóru einki minni 1,2 milliónir N95 verndarmaskur. Tær vórðu settar í ein hangar hjá flogfelagnum Delta Air Lines og fara nú víðari til heilsustarvsfólk.
New England Patriots-eigarin, Robert Kraft, sigur, at tað vegna handilsligar avmarkingar ímillum USA og Kina var ógvuliga trupult at fáa fatur í maskunum so skjótt, men at tað eydnaðist við vælvild og góðum samstarvi ímillum eitt nú guvernørar og umboðsfólk.
- Flogmanningin fleyg helst eisini longri enn hon átti, men tey vistu hvussu umráðandi hetta var, segði Robert Kraft við CNN Thursday Night í gjár.
Robert Kraft avdúkaði eisini, at hann ætlar sær at keypa 300.000 verndarmaskur afturat til Massachusetts, har sigursvanda felag hansara er heimahoyrandi. Hann er eisini sjálvur úr Massachusetts.
Sambært nýggjastu hagtølunum eru 265.001 fólk smittað við Korona í USA. 6.766 eru deyð.