Fleyr má vinna

Í Eik-liguni hjá monnum verður kanska avgjørt í annaðkvøld, hvørji tvey lið koma í FM-finalurnar. Um Fleyr ikki vinnur, missir liðið sín finalumøguleika

Flogbóltur

Nú kappingin í Eik-liguni hjá monnum nærkast endanum, er stórt sæð bara eftir at finna útav, hvørji tvey av trimum møguligum liðum kunnu koma í FM-finalurnar. Har stendur kappingin fyrst og fremst millum Mjølnir og SÍ, sum eru næstan jøvn, meðan Fleyr er seks stig aftan fyri SÍ.
Tá dysturin í Sørvági í annaðkvøld millum SÍ og Fleyr er spældur, eru bara tríggir dystir eftir at spæla, og tí er kravið hjá Fleyr, at liðið vinnur í annaðkvøld, skal finalumøguleikin framvegis haldast á lívi. Vinnur Fleyr, minkar munurin upp til SÍ niður í fýra stig, so tá er framvegis teoretiski møguleikin at fara eftir, so leingi seks stig eru eftir at spæla um.
Men vinnur SÍ, so merkir tað samstundis, at sigast kann við fullari vissu, at FM-finalistarnir verða Mjølnir og SÍ. Teir írestandi dystirnir koma tá bara at hava týdning fyri, hvat av teimum báðum endar fremst í landskappingini, tí tað fremra fær rætt til heimavøll í einum møguligum triðja finaludysti.
Fleyr hevur í allan vetur verið tað minst støðuga av teimum trimum fremstu, og haraftrat má sigast, at eydnan heldur ikki hevur verið við. Tilsamans er tað fimm ferðir blivið til fimmsettarar ímóti Mjølnir og SÍ, og bara ein av teimum hevur Fleyr vunnið. Hann var júst ímóti SÍ í Sørvági, so tað kanska gevur Fleyr eitt sindur av trúgv upp á tað undan dystinum í annaðkvøld.