Fleyr setti Fram til viks

Fram-Fleyr 1-3 (21-25, 25-21, 24-26, 21-25)
Flogbóltur: So hevur Fleyr aftur fingið vind í seglini. Hóskvøldið gekk tað út yvir Fram, sum tapti fyri triðju ferð á rað


Yvirskriftin skal ikki takast heilt bókstaviligt, tí enn hava teir í Fram tíð og kunnu avgera tað sjálvir, men fyribils eru teir settir til viks í oddastríðnum, eftir at Fleyr hóskvøldið sigraði 3-1 í Eysturskúlanum. Og í øllum førum má sigast, at dysturin móti ÍF á Kambsdali í morgin fær ómetaliga stóran týdning fyri víðari gongdina hjá Fram í kappingini.
Fyri Fleyr kom úrslitið sera væl við, tí við uppiborna sigrinum er munurin millum teir og SÍ er so at siga eingin.
Sjálvur dysturin var ikki so øgiliga nógv at rópa hurrá fyri. Fyri Fleyr stóð hann ikki mát við dramatiska sigurin móti SÍ fyri eini viku síðani - sjálvt um úrslitið var eins gott - og teir í Fram høvdu heldur ikki so nógv at fegnast um, og bara í løtum var spælið gott hampuliga leingi ísenn.
Hartil er at siga, at høllin í Eysturskúlanum sum heild ikki leggur upp til alt ov gott spæl, tí har er trongligt.

Trý sett sama úrslit
Tvey tey fyrstu settini endaðu 25-21, men til hvør sítt lið. Fleyr vann tað fyrsta, har bæði liðini høvdu sínar løtur og vóru frammanfyri. Tað næsta settið vann so Fram, og tað gjørdu teir tryggari enn tølini vísa.
Í triðja setti var tað so aftur Fleyr, sum hevði yvirvág, og teir førdu so at siga allan vegin. At tað endaði 26-24 vísir, at endin bleiv eitt sindur spennandi, men tað var ikki fyrr enn móti endanum av settinum, at tað bleiv veruliga javnt millum liðini.
Fjórða sett bleiv tað síðsta í dystinum. Fleyr hevði enn einaferð Jan Hentze millum teir bestu bæði í álopi og í verju, og teir vunnu settið við somu tølum sum tað fyrsta - 25-21.
Við sigrinum kom Fleyr upp á níggju stig fyri 11 dystir, og tað er bert eitt færri enn SÍ. Fram verður standandi á seks stigum, men teir hava leikt ein dyst færri enn bæði SÍ og Fleyr.