Tað var umráðandi hjá Fleyr-monnunum at vinna dystin móti SÍ sunnudagin. Ikki bert tí tað annars hevði eydnast ÍF a at styrkt enn meira um sína oddastøðu, men eisini tí at dysturin móti SÍ er ein av hesum dystunum, sum »skal vinnast«.
Og tað eydnaðist eisini Fleyr at vinna 3-0. Settúrslitini vóru 15-8, 15-8 og 15-11.
Fyrsta og annað sett endaðu líka, og settini líktust eisini rættiliga nógv í spælinum. Fleyr fekk spælið at koyra beinanvegin, bæði í álopinum og í verjuni, og so var ikki nógv at gera hjá heimaliðnum.
Klæmint Isaksen, venjari hjá Fleyr, sigur við Sosialin, at trupulleikin hjá hansara liði ofta hevur verið, at teir hava verið ov dovnir, serliga í byrjanini av dystunum. Men soleiðis var ikki sunnudagin, og tí eydnaðist tað heldur ongantíð SÍ veruliga at koma inn í dystin.
Í triðja setti slakkaði Fleyr av, men bert eina løtu, og tað var eisini bert í hesum settinum, at eitt sindur av iva var um endaliga úrslitið.
Servurnar hjá havnarliðnum vóru góðar, og móttøkurnar riggaðu eisini væl. Tummas Óli Mortensen vísti enn einaferð skilagott spæl, og hann valdi sum oftast røttu loysnina, so sum hevarin jú helst skal.
? Og so eri eg fegin um, at Sveinur Tróndarson (fyrr Poulsen, blðm.) er byrjaður aftur. Hóast hann ikki hevur vant so nógv enn, so kom hansara rutina væl við móti SÍ og ikki minst móti Fram í síðstu viku, sigur Klæmint Isaksen.
? Vandamiklastu spælararnir hjá SÍ eru álopsspælararnir Jón Nielsen og Jón Falkvard og so hevarin Kaj á Stongunum, so teir høvdu vit eitt serliga vakið eyga við. Tað eydnaðist eisini væl at steðga teirra spæli, og sum heild var eg væl nøgdur við innsatsin sunnudagin, sigur Klæmint, sum annars ikki spældi við sjálvur móti SÍ.