At Mjølnir er besta lið í meistaradeidlini hjá kvinnum er eingin ivi um. Tað vístu tær greitt í finaluni sunnudagin móti Fleyr. Liðið hjá Mjølnir er ein blandingur av gomlum royndum spælarum, og nýggjum ungum kreftum. Tær arbeiða ótrúliga væl saman, og arbeiða nógv fyri hvørjari aðrari.
Í finaluni sunnudagin vístu tær hvar skápið skuldi standa. Tær løgdu eitt hart trýst á Fleyr beinanvegin, og komu rættiliga fitt framum. Tær løgdu eitt hart trýst í álopsspælinum og arbeiddu sum hestar í verjuni. Tó so, tær hava sum hini liðini eisini hug at steðga upp eina løtu, og soleiðis var eisini sunnudagin. Fleyr kom afturíaftur. Tær gjørdu tað tær kundu, men tað rakk ikki.
Fleyr kláraði ikki at halda tørn, og tí vann Mjølnir settið greitt.
Í øðrum setti kundi roknast við, at Mjølnir sprakk avstað beinanvegin, men so var ikki. Fleyr vildi fegin vísa, at tær eisini kundu spæla vakran flogbólt, og áðrenn Mjølnir visti av, var Fleyr á odda 7-0. Spælið hjá Fleyr gekk ótrúliga væl hesa løtuna, og tær gjørdu ongar feilir.
Tað var nú, at Mjølnir skuldi vísa hvat tær dugdu til, og tað gjørdu tær so. Gongd kom á spælið hjá Mjølni, og tær settu ferð á. Tær hava nakrar stórar leikarar á miðjuni, og tað var ongin sum kundi standa teimum kurl. Mjølnir fekk fyrst javnað við støðuna 8-8, og settu so avgerandi trýst á. Tær vunnu eisini annað sett og harvið dystin 2-0.
Eftir dystin fekk Mjølnir handað steyp og heiðursmerki fyri sigurin.
Mansfinalan
Eftir tí at døma sum var hent kvøldið fyri, vóru tey flestu vís í, at Mjølnir fór at vinna dystin móti Fleyr sunnudagin. Men hóast Mjølnir vann greiðan sigur leygardagin, so var tað ikki nóg mikið til finaluna sunnudagin, hóast tað sá soleiðis út í fyrsta setti.
Tað má verða langt síðani, at Fleyr hevur leikt so illa sum teir gjørdu í fyrsta setti. Álopsspælið virkaði slettis ikki. Móttøkurnar vóru ikki serliga góðar, og uppspælið var heldur ikki gott. Onki gekk sum tað skuldi hjá Fleyr.
Hjá Mjølni var munandi betri. Blokadan fekk fatur á tí mesta sum Fleyr royndi at fáa gongd í, meðan álopsspælið koyrdi heilt hampuligt.
Um tað var tað vánaliga spælið hjá Fleyr í fyrsta setti, sum gjørdi tað, ella okkurt annað, skal verða ósagt, men í øðrum setti var Mjølnir-liðið sum hamskift. Spælið hjá teimum fall heilt til jarðar. Tað flótandi spælið sum hevur verið teirra sermerki í ár, var burtur sum døgg fyri sól. Hjá Fleyr gekk harafturímóti munandi betri. Verjuspælið var munandi betri nú, og álopsspælið kom eisini fyri seg. Við hesum kom eisini bardagaandin aftur í teir, nú teir sóu, at teir høvdu ein møguleika. Fleyr vann annað sett, og tí mátti farast undir triðja sett.
Í triðja setti varð leikt við »running-score«, og tað merkir, at hvør bóltur gevur stig. Hetta settið gekk meira javnt á, og liðini fylgdust tað mesta av settinum, men Fleyr syrgdi fyri alla tíðina at hava nøsina framman fyri og harvið leggja trýst á Mjølnir.
Triðja sett endaði við, at Fleyr vann, og tÍskil vunnu teir Mjølnir-kappingina NS-Cup 1998, og enntá uppá eitt avboð.
Tað má sigast, at tað var uppiborið, at Fleyr vann, sjálvt um teir leiktu so illa í fyrsta setti. Dysturin er ikki liðugur fyrr enn síðsta sett er leikt, og samanum tikið má sigast, at Fleyr leikararnir bardust meiri fyri sigrinum enn Mjølnir leikararnir gjørdu tað.
Tað kann so harafturarat sigast, at er hetta framtíðarútlitini fyri mansdeildina, so verður spenningur um meistaraheitið, tí tað sær út til, at munurin á liðunum er ikki so stórur kortini.
Hinar deildirnar
Tað varð eisini kappast í fyrstu og aðru deild, bæði hjá monnum og kvinnum.
Í fyrstu deild hjá monnum hevur SÍ gjørt bart. Í landskappingini liggja teir klárt á odda, og tað man fara at verða lítil ivi um, at teir flyta upp í meistaradeildina komandi ár. Onkrir royndir leikarar eru við á liðnum, og eisini onkrar yndir kreftir. So tað sær ljóst út hjá teimum har vesturi.
Fyrstu deild hjá kvinnum vann Mjølnir. Nakrir av leikarunum hava fyrr verið á besta liðið hjá Mjølnir, men nú hava tær trekt seg aftur. Tó so, eina Mjølnir kapping kann man altíð spæla, og vinna eisini, um tað skal verða.
TB vann aðru deild hjá monnum, meðan NFL vann aðru deild hjá kvinnum.