Flogbóltskappingin byrjaði spakuliga fyri viku síðani, og meðan øll kvinnuliðini vóru í gongd tá, byrja menninir eitt sindur spakuligari.
Fyri viku síðani vóru tað SÍ og ÍF, sum spældu ein fimmsettara í fyrsta mansdystinum henda veturin, men sunnudagin verða tað Fleyr og Mjølnir, sum skulu dystast í Gundadalshøllini. Tá hesin dysturin er spældur, er tað bara TB av liðunum í Eik-liguni hjá monnum, sum enn ikki hevur verið í dysti.
Hjá kvinnunum eru tveir dystir í morgin og ein sunnudagin. Felags fyri øll heimaliðini um vikuskiftið er, at tey vunnu sínar dystir í fyrsta umfari.
Í morgin tekur ÍF, sum vann úti á Drátti, ímóti TB, sum heima tapti fyri Fleyr, og SÍ, sum heima vann á Ternuni, hevur hesa ferð heimavøll ímóti KÍF, sum tapti heima fyri Mjølnir.
Sunnudagin tekur Fleyr, sum vann úti á TB, í Gundadalshøllini ímóti Drátti, sum heima tapti fyri ÍF. Fjórði kvinnudysturin verður mikukvøldið, tá Mjølnir og Ternan spæla í Klaksvík – og so kann viðmerkjast, at heimaliði eisini her vann í fyrsta umfari.