Teir fyrstu tríggir dystirnir hjá føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti gingu strúkandi. Hvørki Hitra ella Jersey var serlig mótstøða hjá føroysku kvinnunum, og hóast tað gekk eitt sindur meira striltið móti Grønlandi mánakvøldið, vunnu Føroyar eisini henda dystin 3-0 við settúrslitunum 25-17, 25-22 og 25-18.
Grønlendska liðið hevur fingið venjara úr Danmark, og er tað sami maður, sum venur liðið TV 55, sum tær tríggjar Hjørdis Mortensen, Alvilda Ólavsdóttir og Annika Joensen spæla við.
Sostatt kendi venjarin hjá Grønlandi ikki heilt einki til føroyska liðið, men tað eydnaðist ikki grønlendsku kvinnunum at taka nakað sett frá teimum føroysku, sum altso hava vunnið tríggjar teir fyrstu dystirnar 3-0.
Fyrsta settið var rættiliga rótut, men Føroyar vunnu so 25-17. Í øðrum setti leikaði sera javnt á, grønlendska liðið smashaði væl, og tað var rættiliga tilvildarligt og eisini eitt sindur heppið, at Føroyar vunnu hetta settið 25-22. Men hepnið kemur til teirra, sum leita eftir tí, og triðja settið endaði 25-18 til Føroyar, sum sostatt vunnu dystin 3-0.
Við hesum er tað so gott sum avgjørt, at Føroyar enda í øllum førum á 2. plássi í bólkinum, og tað gevur atgongd til hálvfinaluna.
Næsti dysturin er móti favorittunum av Álandi. Hann byrjaði í gjár, týsdagin, klokkan 16.00 føroyska tíð. Áland er kanska sterkasta liðið í kappingini, og tað verður ein møtumikil uppgávu hjá føroysku kvinnunum.
Mikudagin klokkan 17.00 føroyska tíð spæla Føroyar so móti Cayman oyggjunum, og verður tað seinasti dysturin í bólkaspælinum. Hálvfinalurnar vera spældar hósdagin, og finalan verður klokkan 12.00 føroyska tíð fríggjadagin, tá leikirnir eisini enda.