- Dysturin var eitt stórt vónbrot frá okkara síðu. Vit spældu ikki nær í námind av tí, sum vit kunnu spæla. Tá Mjølnir samstundis spældi skilagott, var tað uppiborið, at teir vunnu dystin.
Tað er Klæmint Isaksen, sum spælir við Fleyr, sum, dagin eftir vónbrotið í steypakappingini, ger støðuna upp.
Hann er fult og heilt greiður yvir, at lið hansara millum mannað var mett sum favorittur, og hann viðgongur eisini, at teir høvdu væntað at vunnið. Tað er nú ikki so løgið, ti Fleyr hevði, undan dystinum leygardagin, ikki tapt ein einasta dyst í hesum kappingarárinum. Men soleiðis er tað nú einaferð við ítrótti.
- Tað er kanska eisini tað einasta positiva við dystinum leygardagin, nevnliga, at tað ikki frammanundan ber til, at siga hvør fer at vinna, hóast annað liðið er greiður favorittur undan dystinum, sigur Klæmint Isaksen.
Ov einfalt spæl
Klæmint Isaksen er sjálvsagt ikki nøgdur við, at Fleyr tapti finaluna leygardagin, men hann dugir kortini væl at síggja orsøkina til, at teir ikki vunnu.
- Spælið hjá okkum var ov einfalt. Vit fingu ikki ta breiddina í, sum vit plaga at hava, sigur Klæmint Isaksen.
Og tað er nakað um tað hann sigur. Sermerkið hjá Fleyr hetta kappingarárið hevur verið góðar móttøkur, men tær vóru ikki nóg góðar leygardagin. Við tí fækkaðust valmøguleikarnir hjá hevarunum, fyrst Jákup Williami og síðani Tummas Óla og samstundis gjørdist verjuspælið hjá Mjølnir lættari, og teir dugdu at gera sær dælt av hesum.
Klæmint viðgongur, at tað ikki gjørdist lættari av at Jan spældi libero leygardagin, tí hóast hann var framúr góður í verjuspælinum, so var hann saknaður í álopsspælinum.
Ótilvitað undirmeting
Tað var Fleyr, sum var favorittur leygardagin og tað smæðist Klæmint heldur ikki fyri at viðganga. Hann veit, at fólk flest høvdu roknað við, at teir fóru at vinna, av tí, at teir hava verið so langt frammanfyri hini liðini og tað hevur í síðsta enda, kanska verið við til at gera teimum ónáðir.
- Tað er ikki óhugsandi, at vit ? ótilvitað ? hava undirmett teir, og tað vórðu vit revsaðir fyri. Vit spældu ímóti teimum seinasta vikuskiftið og spældu vit upp til tað, sum vit kunnu spæla, so rokni eg við, at vit høvdu vunnið. Men nú vunnu teir, og tað var uppiborið, sigur Klæmint Isaksen.
Annars er Klæmint sera væl nøgdur við, at tað nú aftur finst ein steypakapping. Hann heldur, at tiltakið var sera væl sett saman, og at tað er gott fyri flogbóltin, at sjónvarpið sendi frá finalunum.
- Flogbóltssambandið eigur eitt stórt herðaklapp fyri tiltakið, sigur Klæmint Isaksen.