Flogbóltur: Landskappingin byrjar

Um vikuskiftið byrjar landskappingin í flogbólti – hetta vikuskiftið verða tríggir dystir

Um vikuskiftið byrjar landskappingin í flogbólti  – hetta vikuskiftið verða tríggir dystir. Í meistaradeildin hjá kvinnum møtast á Giljanesi Dráttur og SÍ. Hesin dysturin byrjar kl. 13.00 sunnudagin. Í bestu mansdeildini spæla SÍ og ÍF í leygardagin kl. 15.00 í Sørvági og sunnudagin møtast Fleyr og Mjølnir í Gundadalshøllini kl. 15.00.

 

Ringt er at spáa um úrslitini, men seinasta vikuskiftið skipaði Fleyr fyri FK-kappingí Havn, og tá gjørdist kvinnuliðið hjá Fleyr vinnari við teprum sigri á Mjølni, meðan menninir hjá Mjølni vunnu manskappingina.

 

Seinasta kappingarár gjørdist Dráttur Føroyameistari hjá kvinnunum, tá tær í finalunum vunnu ávikavist 3-0 og 3-1 á KÍF. Um støði verður tikið í hesum, so kann verða, at annað lið verður Føroyameistari í ár, skrivar Flogbóltssambandið.

 

Í mansdeildini gjørdist SÍ Føroyameistari, tá teir í minnisríka Gylta settinum vunnu 17-15 á Fleyr í Høllini á Hálsi, eftir at bæði liðini høvdu vunnið hvør sín finaludyst. Men møguliga verður tað Mjølnir, sum í ár verður í finaluni, eftir teirra sigur í FK-kappingini.