Flogbóltsfinalurnar vera vístar beinleiðis

OYL 15: Báðar flogbóltsfinalurnar vera stroymaðar beinleiðis

 

Bæði kvinnurnar og menninir hjá Føroyum í flogbólti skulu í dag spæla finalu. Kvinnurnar skulu klokkan 12:30 spæla finalu móti Saaremaa, meðan menninir skulu spæla klokkan 14:30 – eisini móti Saaremaa.

 

Flogbóltsáhugaðir føroyingar hava møguleika at síggja báðar finalurnar beinleiðis, tí Kringvarpið fer at stroyma frá báðum finalunum.

 

Les eisini: Stórur føroyskur finaludagur

 

Tað er á heimasíðuni kvf.fo, at til ber at síggja flogbóltin beinleiðis.

 

 

Dystirnir í dag:

 

Kvinnur: Føroyar-Saaremaa byrjar klokkan 12:30

Menn: Føroyar-Saaremaa byrjar klokkan 14:30