Flogbóltshálvfinalur komandi leygardag

Hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum vera leygardagin 17. januar á Sandi.

Hálvfinalur í flogbólti!

 

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum verða leiktar í høllini á Sandi leygardagin 17. januar.

 

Fyrri dysturin er millum TB og Fleyr A. Hesin dystur byrjar kl. 14.

Kl. 17 verður dysturin millum Drátt og KÍF.

 

Høgligt er hjá áskoðarum at stuðla liðið sínum, tí gott ferðasamband er um Skopunarfjørð. Teistin fer av Gomlu rætt kl. 10:15 og 15:45 og norður aftur ferð Teistin úr Skopun kl. 16:30, 18:00 og 20:15. Smyrli siglir av Tvøroyri kl. 9:30 og úr Havn kl. 21:00.