Bæði a-landsliðið hjá monnum og kvinnum eru í hesum døgum uttanlands, har tey hava altjóða uppgávur á skránni.
Flogbóltslandsliðið hjá monnum er á Kýpros, har Føroyar skal spæla móti Andorra, Kýpros og Norður Írlandi. Dystirnir hjá føroysku monnum eru í døgunum frá 5. juni til 7. juni.
Flogbóltslandsliðið hjá kvinnum skal spæla undankapping í Íslandi. Tær føroysku kvinnurnar skulu møta Luksemburg, Íslandi og Liktinstein. Undankappingin hjá kvinnunum gongur fyri seg dagarnar 6. juni til 8. juni.
Bárður Bendix Mikkelsen, landsliðsvenjari hjá monnum, hevur saman við hjálparvenjaranum Ragnari í Haraldsstovu tikið hesar 12 leikararnar út til undankappingina á Kýpros:
Ólavur Jensen
Thorvald Danielsen
Bjarni Larsen
Jóhan Petur á Stongum
Rói Hentze
Steffan Rosenlund Olsen
Bárður Jacobsen
Oskar í Haraldstovu Weihe
Bjarki Enni
Trygvi Hansen
Suni Juul Pedersen (liðskipari)
Bogi Midjord
Boban Ilic, ið er landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur tikið hesar kvinnurnar út, saman við hjálparvenjaranum Bartal Eliasen:
Eina S. Kalsø (liðskipari)
Annika á Stongum
Sofía Purkhús
Ruth Thomassen
Bára Holm Jacobsen
Margit G. Joensen
Urd T. Traðará
Elisabeth Purkhús
Lena í Buð
Sóleyð Mørch Poulsen
Birgit Guttesen
Elsa Sandberg Nielsen