Flogbóltsmenninir útspælt sín kjans

Oyggjaleikir: Føroyska flogbóltslandsliðið hjá monnum hevur útspælt sín møguleika í stríðnum um heiðursmerki á oyggjaleikunum á Bermuda. Teir taptu í kvøld 3-1 fyri Álandi og hava nú bara ein lítlan møguleika at fáa bronsu, men tað krevur ein sigur í seiansta dystinum móti favorittinum úr Saaremaa.

 Áland kom á odda 2-0, men so svaraðu okkara aftur, men tað var ikki nokk til at venda dystinum.

 

Føroyar - Áland: 1-3 (24-26, 20-25, 25-20, 12-25)

 

4. sett:

(20-25) Áland vinnur settið og dystin.

(20-24) Time-Out: Føroyska liði stríðist fyri heiðursmerkjadreyminum

(16-18) Føroyska liðið vinnur tveir avgeradni bóltar og hongur í.

(14-18) Álendska liðið svarar aftur hvørja ferð vit nærkst og nú eru teir bara sjey stig frá at knekka føroyska oyggjaleikadreyminum.

(9-10) Føroyska liðið ger eina skifting. Ólavur Jensen fer út fyri Thorvald Danielsen. Liðini fylgjast í løtuni. Eisini Suni Juul Pedersen kemur inn fyri Filip Gram.

 

3. sett: (25-20)

(25-20) So ber til. Okkara vinna 3. sett og liva enn í vónini um at vinna dystin.

(14-9) Time-Out: Okkara gera eina roynd at venda gongdini og eru á odda 14-9. Ólavur Jensen kemur inn fyri Thorvald Danielsen. 

(12-6) So er lív aftur í okkara monnum, sum gera alt teir kunnu fyri at halda fast í gulldreyminum.

Liðið hjá okkum er nú Filip Gram, Bjarni Larsen, Thorvald Danielsen, Bárður Jacobsen, Jón Joensen, Trygvi Hansen og Jóhan Petur á Stongum.

 

2. sett: (20-25)

(20-25) Føroyska liðið kláraði ikki at venda gongdini og nú sær einki út. Vit skulu vinna komandi trý settini fyri at halda fast í gulldreyminum. 

(19-23) Tað sá einki út, men føroyska liðið kempur sum vit ikki hava sæð á oyggjaleikunum nú. teir stríðast fyri hvørjum bólti og royna at hada settið livandi, men eru aftanfyri við fýra.

(13-19) Time-Out: Føroyska liðið í stórum trupulleikum. Vit spæla illa og ivabóltarnir enda við fyrimuni til Áland. Suni Juul Pedersen út og Trygvi Hansen inn og Jón Joensen kemur inn fyri Róa Hentze.

(9-15) Føroyska liðið er um at missa tamarhaldið á dystinum. Thorvald Danielsen fer út og inn kemur Ólavur Jensen og Jón Joenen fer út og Rói Hentze kemur inn.

(5-8) Time-out: Áland komið betri frá byrjan í øðrum setti. Tykjast hava takið á okkara spælarum í løtuni.

Bárður Jacobsen og Thorvald Danielsen eru aftur á vøllinum fyri Bjarka Enni og Ólav Jensen.

 

1. sett: (24-26)

(24-26) Áland er stinnri í avgerandi bóltunum. Okkara stríðast ótrúliga væl fyri sakini, men eru óhepni og óneyvir í avgerandi bóltunum.

(20-22) Time-out: Føroyska liðið ger eina útskifting. Thorvald Danielsen fer út og inn kemur Ólavur Jensen. Okkara gera ov nógvar villir í løtuni.

(16-17) Time-out og útskifting, Barki Enni kemur inn fyri Bárð Jacobsen. Føroyska liðið klárar ikki at bróta frá álendska spælinum.

(13-12) Blokkurin stendur enn væl, men liðini eru jøvn og fylgjast allan vegin.

(8-6) Time-out: Áland fingið eina betri byrjan, men føroyska liðið svarar aftur við góðum spæli har blokkurin stendur væl. Eisini er ferð og styrki í smasjunum.

Thorvald Danielsen, Filip Gram, Bárður Jacobsen, Jón Joensen, Bjarni Larsen, Suni Juul Pedersen og Jóhan Petur á Stongum(Libero) starta fyri føroyska liðið.

 

Undan dystinum:

Føroyska mandslandsliðið í flogbólti er aftur í kvøld pískað til at vinna, um teir skulu hava nakran møguleika at koma í sokallaðu "finaluna" móti Saaremaa. Føroyar tapti heldur óvæntað fyri Bermuda fyrr í vikuni. Hetta ger, at føroyska liðið nú skal vinna teir tríggjar dystirnar móti Álandi, Gotlandi og Saaremaa um teir skulu vinna gull.

 Kappingin er skipað soleiðis, at tað eru sjey lið í einum bólki. Øll liðini spæla eina ferð móti hvørjum øðrum. Tað liðið, su hevur flest stig vinnur. Er javnt í stigum, so er tað tað liðið, ið hevur vunnið flest sett, sum fer avstað við gullinum.

 Til dystin í dag er Jóhan Petur á Stongum lappaður saman. Hann hevur eina fibur í lærinum, men venjarin hevur valt at royna roynda libero'in í kvøld.