90 luttakarar hava teknað seg til skúla, sum hetta vikuskiftið er fyri gentur og dreingir í aldrinum 12 og 13 ár.
Luttakararnir koma at búgva á Venjingarskúlanum, og venjingin sjálv fer fram í høllini á Læraraskúlanum og í høllini á Stórheyggi.
Skeiðleiðari verður danin Kjeld Klintø, sum fleiri ferðir áður hevur verið í Føroyum, og saman við honum fara eisini Randi Larsen og Mannbjørn Mortensen at taka sær av skúlanum.
Skúlin endar sunnudagin kl. 17.30.
Vikuskiftið 4. og 5. oktober verður sonevnt flogbóltsvikuskiftið. Tá skipar Flogbóltssambandið fyri tveimum stórum venjaraskeiðum í Havn. Tey vera á Eysturskúlanum í Havn.
Eisini her eru danir skeiðleiðarar. Tað vera Kjeld Klintø og Kennet Frederiksen, sum fara at standa fyri skeiðnum saman við Randi Larsen og Mannbjørn Mortensen.
Skeiðið verður skipað í tveimum ymiskum bólkum ? eitt fyri venjarar, sum eru á skeiði fyri fyrstu ferð, og eitt fyri teir meira royndu venjararnar.
Samanlagt hava umleið 50 fólk tekna seg til grundskeiðini, meðan nakað færri vera til hitt skeiðið.
Vikuskiftið 11. og 12. oktober verður skipað fyri tveimum dómaraskeiðum, eitt fyri dómarar í meistaradeilini og eitt fyri meiri óroyndar dómarar. skeiðið fyri teir óroyndu dómararnar er við at vera fulltekna, meðan betur pláss er á hinum skeiðinum.
Enn er tekningarfreitin ikki út.
Flogbóltskappingini fer um stutta tíð í gongd, og fyrstu dystirnir hendan veturin vera leygardagin 18. oktober.
ek