Komandi vikuskiftið skulu føroysku manslandsliðsleikararnir spæla venjingarlandsdystir í móti Íslandi. Høvuðsvenjarin, Bárður Bendix Mikkelsen, og hjálparvenjari er Ragnar í Haraldstovu, hava nú úttikið landsliðið til dystirnar.
Hesir dystir verða spældir í høllini í Kollafirði leygardagin 23. mai 2015 kl. 15.00 og sunnudagin 24. mai 2015 kl. 15.00. Venjingarlandsdystir eru ein liður í fyrireikingunum til smálandakappingina í Luxembourg, sum verður í døgunum 19. - 21. juni 2015. Umframt til oyggjaleikirnar á Jersey, sum verða í døgunum 27. juni - 3. juli 2015.
Ferðin hjá manslandsliðnum byrjar longu 18. juni og endar 4. juli 2015, tá allir oyggjaleikaluttakararnir koma aftur beinleiðis av Jersey.
Teir, sum manna føroyska manslandsliðið í ár, eru:
Úr Fleyr
Rasmus Mortensen Potts
Bergur Rask Olsen
Rói Hentze
Suni Juul Pedersen
Úr Mjølnir
Stefan Rosenlund Olsen
Úr ÍF
Bárður Jacobsen
Trygvi Hansen
Brian Kærsgård Poulsen
Úr BK Tromsø
Bjarni Larsen
Úr HIK Aalborg
Thorvald Danielsen
Úr Amager VK
Bjarki Enni
Bogi Midjord
Fysioterapeutur er Morten Månsson og liðleiðari er Jan Hentze.