Flogfar brúkti endurnýtt brennievni

Tá eitt flogfar hjá kanadiska felagnum Air Canada fleyg úr Toronto til Meksiko í gjár, brúkti tað brennievni, sum var endurnýtt burtur úr matolju og flogbrennievni.

Flogfarið er av slagnum Airbus 319, og verksmiðjan, sum hevur gjørt motorarnar, sigur, at við hesum brennievninum minkar CO2-útlátið 40 prosent. Stjórin í Airbus-fyritøkuni, Fabrice Bregier, sigur, at flogverksmiðjurnar eru væl fyri, tá tað snýr seg um at skerja útlátið av vakstrarhúsgassi.

Ferðin hjá kanadiska flogfelagnum hevur samband við Rio+20-ráðstevnuna um burðardygga menning, sum er í Brasil í hesum døgum.