Eitt ferðamannaflogfar hjá iranska flogfelagnum Iran Air er dottið niður nærhendis býnum Orumiyeh. Tað sigur almenna sjónvarpið í Teheran. Tey fyrstu tíðindini søgdu, at 105 ferðafólk vóru í flogfarinum, og at 50 teirra vóru sloppin livandi frá vanlukkuni. Men seinni hava myndugleikarnir sagt, at vanlukkan hevur kravt 70 mannalív.
Flogfarið datt niður, tá tað var á veg úr Teheran til Orumiyeh, tá tað datt niður.
Sambært Fars er talan um eitt Boeing 727-flogfar.