Seks fólk fingu skaða, tá eitt ferðamannaflogfar hjá rumenska felagnum Capatair fór út av lendingarbreytini á Fiumicino-flogvøllinum uttan fyri Rom í gjárkvøldið.
50 ferðafólk vóru í flogfarinum, sum kom úr Pisa, og av einari ella aðrari orsøk endaði tað uttan fyri lendingarbreytina, tá tað setti seg. Italska tíðindastovan Ansa skrivar, at veðrið var vánaligt við nógvum vindi og regni, og at tað kann hava verið orsøkin til, at flogfarið fór út í grasið.
Italskir fjølmiðlar skriva, at tað hava verið fleiri smá óhapp við flogførum hjá Carpatair, sum arbeiðir saman við italska flogfelagnum Alitalia.