Flogfeløg ivast í flogbanninum

Fleiri flogfeløg í Evropa halda ikki, at tað er neyðugt at banna allari flogferðslu í Norðurevropa, og tey umhugsa tí at senda síni flogfør á flog hóast bannið. -Tey evropeisku flogfeløgini leggja stóran dent á trygdina, men tey halda, at tiltøkini hjá myndugleikunum eru ov víttfevnd.

Tað sigur samgongan av evropeiskum flogfeløgum, AEA, í einari yvirlýsing í kvøld. Feløgini leggja afturat, at tað íslendska gosið er ikki nakað eindømi, og at tilsvarandi gos aðrastaðni í heiminum høvdu ikki elvt til so víttfevnd tiltøk sum flogbannið í Norðurevropa.

AEA, sum hevur 36 flogfeløg sum limir, sigur, at feløgini hava avlýst 63.000 ferðir síðani hósdagin, og at flogbannið hevur oyðileggjandi avleiðingar fyri flogferðsluna.

SAS sendir tvey flogfør úr USA í kvøld til Gardermoen-flogvøllin við Oslo.