Hóast løgtingsmaðurin ikki nevnir tað “almenna” flogfelagið við navni, loyvi eg mær at ganga út frá, at hann sipar til Atlantsflog, tá vit ikki hava annað flogfelag í Føroyum. Men, at løgtingsmaðurin kallar Atlantsflog fyri eitt alment flogfelag, hóast hann sjálvur sum løgtingsmaður hevur verið við til at selt 1/3 av felagnum fyri 90 mió. kr. til privatar íleggjarar, sigur ikki so lítið um løgtingsmannin og hansara trúvirði.
Nei, góði løgtingsmaður. Tú skal ikki rokna við, at íleggjarar, sum hava keypt partabrøv í Atlantsflog fyri nógvar mió. kr., fara at ganga við til at lata teg “menna føroyska samfelagið” við slíkum misbrúki av teirra peningaíløgu. Ætlar tú at røkja almennar uppgávur við at broyta Atlantsflog til eina strandferðslu, har ferðaseðlaprísurin verður ásettur politiskt, er tað fyrsta tú skal gera at keypa aftur partabrøvini frá privatu íleggjarunum fyri tær 90 mió. kr. tú fekst í kassan fyri skjótt tveimum árum síðan.
Síðani kanst tú so fara at flúgva við politisku verkætlanini Atlantsflog í fríari kapping við onnur flogfeløg, sum tú eisini hevur verið við til at bjóða hendanvegin gjøgnum evropeiska flogferðslupakkan. Harafturat hevur tú verið við til at seta í gongd útbyggingina av flogvøllinum í Vágum, so flogferðslupakkin ikki einans er eitt eiti, men fær eitt veruligt innihald við longdari flogbreyt, so frí kapping kann vera millum øll evropeisk flogfeløg á føroyarutuni. Óheppi, at tú eftir øllum at døma hevur gloymt, at henda fría kapping ikki loyvir stuðuli frá tí almenna.
Tú hevur spurt Fíggjarmálaráðið, hvussu nógvur peningur árliga verður førdur sum stuðul úr landskassanum til P/F Atlantic Airways. Eg bíði eisini í spenningi eftir svarinum.
At enda góði løgtingsmaður, tú ger sum tú vil, men gloym nú ikki at keypa aftur partabrøvini frá privatu íleggjarunum fyri í minsta lagi 90 mió. kr., áðrenn tú setir hesa verkætlan í gongd.