Flogskipararnir hjá norðurlendska flogfelagnum SAS hava sent flogfelagnum fyrstu fráboðanina um verkfall, eftir at samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru steðgaðar upp.
Tað skrivar Check-in.dk.
Flogskipararnir hjá SAS eru skipaðir í trimum ymiskum fakfeløgum, og feløgini standa saman um fráboðanina, sum hevur við sær, at eitt verkfall í fyrsta lagi kann verða sett í verk 11. september.
Fakfeløgini hjá flogskiparunum halda, at SAS hevur drigið samráðingarnar út og hava gjørt umstøðurnar hjá flogskiparunum truplar.
– Vit halda, at SAS stendur sera fast upp á nøkur krøv, og at tað hevur eingin framgongd verið í samráðingunum í langa tíð. Tí hava vit kent, at hetta var eitt neyðugt og lógligt stig at taka, sigur René Arpe, sum er formaður fyri donsku flogskipararnar hjá SAS, við Check-in.
Sambært Check-in vil SAS hava meira lagaligar treytir at manna flogskiparahópin, so flogfelagið kann taka atlit til tørvin á flogskiparum gjøgnum árið. SAS heldur, at krøvini frá flogskiparunum fara at dýrka raksturin við 10 prosentum.