Flogskipararnir flúgva víðari

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya undirskrivaðu seinnapartin í dag, 25. mai, semingsuppskotið, sum semingsmenninir Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen løgdu fram kl. 01.00 í nátt.

 

Semjan hevur við sær, at feløgini gera nýggjan 2-ára sáttmála við eini lønarhækking á 2,25 % 1. apríl í ár, sum svarar til seinna árið í undanfarnu samráðingarrundu, og 2,2 % 1. apríl í 2017, sum svarar til fyrra árið í samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. mai í ár. Harafturat er, millum aðrar broytingar, gjørdar tillaðingar í arbeiðsskipanini.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya hava verið í samráðingum um nýggjan sáttmála í longri tíð og um hvítusunnu var valt at boðsenda semingsmonnunum.