Finnbogi Niclassen, stjóri sigur, at teir eru við at fyrireika samskiftið millum komandi oljuleitipallar og skip og Føroyar. VHF-radio verður sett upp í Akrabyrgi, soleiðis at man kann dekka samskiftið við helikoptarum úr Føroyum og heilt suður á leitiøkini. Ætlanin er at testflúgva radiotólini í februar komandi ár. Eisini verður arbeitt við at fáa luftrúmið á føroyskum øki stýrt úr Vágum. Tað merkir, at í tí hæddini, sum helikoptararnir koma at flúgva tvs. undir 7500 fót kemur flogvøllurin at hava ræðið.
Finnbogi Niclassen sigur, at teir fara at hava alt hetta klárt til juni-juli mánað næsta ár, tá leitingin kann byrja. Helst fara einar tvær stórar superpumu tyrlur at hava støð á flogvøllinum, tá leitingin byrjar. Onnur verður til at flyta fólk til og frá, meðan hin verður at standa klár til bjarging.
Flogvallarstjórin veit enn ikki, hvørjar tylur og hvørji feløg fara at gera seg galdandi, men bæði Flogfelag Føroya og Atlantsflog liggja framvið.