Áki Bertholdsen
- Ongantíð hava so nógv folk ferðast umvegis flogvøllin sum í summar.
Tað staðfestir Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn.
Bara í juli mánaði í ár ferðaðust 33.169 ferðafólk umvegis flogvøllin í Vágum við við flogfari ella tyrlu.
Hetta er met fyri flogvøllin.
Hetta er samstundis ein vøkstur upp á 3.780 ferðafólk ella 12.9% samanborið við juli 2011.
Jákup Sverri Kass sigur, at ein fyribils teljing vísir, at tann góða gongdin heldur sær eisini í august.
Í august í fjør ferðaðust 23.542 ferðafólk umvegis flogvøllin í Vágum og stjórin sigur, at sum tað sær út higartil í ár, verður ferðafólkatalið í august í ár eini 16% størri enn í august í fjør.
Tað svarar til, at eini 27.300 ferðafólk fara at ferðast um flogvøllin í august í ár og tað eru yvir 4.000 fólk fleiri enn enn í juli.
6,8% fleiri
Í tíðini frá 1. januar til 31. juli í ár hava 130.168 ferðafólk ferðast umvegis flogvøllin í Vágum og tað er ein vøkstur upp á 8.258 ferðafólk, ella 6,8% aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjør.
Taka vit so tíðarskeiðið mai, juni og juli í ár, ferðaðust 74.004 ferðafólk umvegis flogvøllin í Vágum og tað er eisini met fyri eitt summar.
Verður gongdin sjey teir fyrstu mánaðirnar frá januar til juli tikin undir einum, er hetta kortini ikki eitt met ár hjá flogvøllinum.
Tað metið varð sett í 2008, tá ið 134.172 ferðafólk flugu umvegis flogvøllin í Vágum í tíðarskeiðnum frá januar til juli.
Men taka vit summarmánaðirnar mai, juni og juli, flugu gott 1100 færri ferðafólk um flogvøllin í 2008 enn tað gjørdu í ár.
Alt metárið í 2008 flugu 221.942 ferðafólk um flogvøllin í Vágum.
Mest útlendingar
Jákup Sverri Kass staðfestir, at tað eru ikki føroyingar, sum eru farnir at flúgva meiri og sum tískil skapa vøksturin.
- Vøksturin stavar í høvuðsheitum frá, at tað eru nógv fleiri útlendsk ferðafólk í ár enn tað hava verið, sigur hann.
Hann sigur, at verður hugt longur aftur, er ferðslan umvegis Vága Floghavn vaksin næstan hvørt ár við ávísum undantøkum, tá ið afturgongd hevur verið í búskapinum.
- Verða tølini frá januar til juli í 2002 samanborin við tølini frá januar til juli í ár, sæst, at í ár eru ferðafólkastreymurin heili 30% størri, enn hann var tá.
Ymsar orsøkir
Stjórin á flogvøllinum heldur, at ymsar orsøkir eru til vøksturin í summar.
- Sjálvandi er frálandavinnan er ein partur av forkláringini, men hon er ikki eitt nýtt fyribrigdi, tí hon sæst eisini aftur í hagtølunum fyri undanfarin ár.
- Men tað er serliga í juni og í juli, at týrluflúgvingin í sambandi við frálandavinnuna hevur sett sín dám á virksemið á flogvøllinum.
Ein onnur avgerðandi orsøk er, at Atlantsflog er í menning og flýgur alsamt meiri og flytir fleiri ferðafólk enn áður, samstundis sum ferðamálini eru blivin fleiri og fleiri.
Men tað er eisini ein sannroynd, at fleiri smærri og miðalstór útlendsk flogfør flúgva umvegis Vága Floghavn.
Jákup Sverri Kass sigur, at í flúgvingini upp á Danmark er vøksturin frá januar til juli 5% samanborðið við 2011.
Umframt at seta sín dám á tyrluflúgvingina, hevur frálandavinnan eisini sett síni spor í flúgvingini ímillum Føroyar og Noreg.
- Tilsamans er flutningurin ímillum Føroyar og Noreg øktur eini 25%, men vit meta, at tilsamans er talið á vanligum ferðafólki á Noregsrutuni hækkað eini 12%, sigur stjórin í Vága Floghavn.
Samstundis er ferðafólkatalið á íslandsrutuni hækkað eini 4%.
Á markinum
Jákup Sverri Kass sigur, at við tí stóra ferðafólkatali, sum nú ferðast loftvegis, er flogvøllurin á markinum til, hvat tey klára av ferðafólki.
Tað eru serliga farstøðin og parkeringsviðurskiftini, hann hugsar um.
Hetta sigur hann, nú onkrar røddir hava verið frammi um, at vit skulu ikki brúka meiri pening upp á flogvøllin í Vágum. Hinvegin skulu vit sleppa ætlaðu útbyggingini har og heldur gera nýggjan flogvøll á Glyvursnesi, nú enn ein kanning vísur, at Suðurstreymoy er besta plássið í landinum at hava flogvøll.
Farstøðin er bygd til at avgreiða 100.000 fólk um árið, men nú eru tað yvir 200.000 ferðafólk, sum ferðast umvegis flogvøllin og sum sostatt skulu avgreiðast á farstøðini.
- Vit hava stórar trupulleikar við ferðsluni og við bíðirøðum og tað ber ikki til at økja ferðafólkatalið meiri undir teimum umstøðum, vit nú hava.
- Hetta merkir, at viðhvørt standa bíðirøðini av ferðafólki út í tún, tí tað tekur ov langa tíð at avgreiða tey og serliga óheppið er tað nú Atlantsflog hevur fingið nýggja loftbussin, sum tekur nógv ferðafólk.
- Vit koma javnan í ta støðu, at ferðafólk, sum koma úr flogfarinum, og ferðafólk, sum skulu avstað, vevjast saman og tað er als ikki gott.
Stjórin í Vága leggur tí dent á, at tað hevur alstóran týdning, at ongin slingur kemur í arbeiðið at gera nýggja farstøð, men at tað arbeiðið sleppur at halda fram ótarnað.
Eftir ætlan skal nýggja farstøðin verða liðug um tvey ár.
- Vit eru undir øllum umstøðum tvingað at gera stórar og kostnaðarmiklar ábøtur, tí vit arbeiða við undantaksloyvi á summum økjum, sigur stjórin á flogvøllinum.
- Men tá hava vit framvegis eina gamla, óhóskandi og uppslitna farstøð.
- Fáa vit hinvegin betri umstøður, er ongin ivi um, at vit væl og virðiliga fáa átikið okkum tær avbjóðingar, ein øktur ferðafólkastreymur fer at føra við sær, leggur hann afturat.
MYNDATEKSTUR
Talvurnar vísa gongdina í ferðafólkastreyminum umvegis flogvøllin í Vágum og nú er alneyðugt at fáa betri umstøður