Kanningin er sett í gongd av fólkaflokkinum – Bjarna Djurholm, tá hann var í Landsstýrinum.
Løgið var at Skorhædd/Eystnes ikki var mett verd at taka við í kanningina, tí Skorhædd var longu fyri hálvari øld síðani mett besta pláss í Føroyum til flogvøll.
Felagið hjá Gilla Trónd gjørdi sær ómak og kannaði fleiri flogvallar, har umstøðurnar eins og í Føroyum ikki vóru av teimum allarbestu.
Aftaná hesar kanningar helt Gilli framløgu á Svangaskarði og Hotell Føroyum um metingar av støðunum, har talan hevði verið at gera flogvøll.
Metingin av Skorhædd var, at einki gjørdi tað ómøguligt at gera flogvøll har. Hin vegin vóru nógvir fyrimunir.
Fjøllini rundan um Skorhædd eru so mikið langt burtur, at tað ikki bilar.
Vindurin er hampuliga javnur í mun til hini støðini.
Lendið er hampuliga slætt, so arbeiði at gera flogvøll verður ikki alt ov dýrt.
Møguleiki er fyri krossbreyt, har tann styttra kann vera um leið 2.000 metrar long og tann longra dupult so long.
Góður møguleiki fyri krossbreyt á Svangaskarði er eindømi.
Flogvøllurin er mitt í Føroyum.
Flogvøllurin er tætt við bestu havn í Føroyum, og tað má ikki undirmetast. Havnalag og flogvøllur stiðja undir hvørt annað – synergieffekt.
Flogvøllur á Skorhædd má metast frammalaga, tá talan er um alternativan flogvøll til Vága Floghavn. Tá mjørki er á vesturætt og útsynningi í Vágum og kanska á Glyvursnesi, er aloftast klárt á Skorhædd. Mjørki kann vera á Skorhædd á eysturætt, men tá er klárt í Vágum.
Løgið at somu politikarar, sum siga tað vera alneyðugt við alternativum flogvølli, nú siga, at hesin flogvøllur ikki kemur í bræði, kanska um góð 40 ár.
Frederik Hansen og Otto Krag gingu á Skorhædd fyri hálvari øld síðani, tí har var besta pláss til flogvøll.
Flogvøllurin eigur at takast í álvara og ikki vera politisk kastibløka hálva øld afturat.