Flogvanlukka í Pakistan

Minst 21 fólk doyðu, tá eitt leiguflogfar datt niður, stutt eftir at tað var farið á flog av flogvøllinum uttan fyri pakistanska býin Karachi í morgun. Talsmaðurin hjá pakistonsku loftferðslumyndugleikunum, Pervez George, sigur, at tað var eitt tekniskt brek, sum gjørdi, at flogfarið datt niður.

-Ein minutt eftir at flogfarið var farið uppfrá, segði flogskiparin við eftirlitstornið á vøllinum, at trupulleikar vóru við øðrum motorinum. Tá hann fekk boð um at venda aftur, datt flogfarið niður, sigur talsmaðurin við fjølmiðlarnar.

Øll tey 19 ferðafólkini og manningin, sum taldi tvey, doyðu.

Keldur í Pakistan siga, at vanlukkuflogfarið var á leiguferð fyri italska oljufelagið ENI. Hetta er sama felag, sum boraði eftir olju á føroyska landgrunninum í ár.