Flogvanlukka í Svartahavinum: 92 fólk deyð

92 fólk lótu í nátt lív, tá eitt russiskt hernaðarflogfar datt niður í Svartahavinum. Tað upplýsir russiska verjumálaráðið.


Tað var um hálvgum trý tíðina í nátt, at flogfarið hvarv á radarunum, einans tveir minuttir eftir fráferð frá flogvøllinum í Sochi. Flogfarið hevði millumlent í Sochi á veg til Latakia í Sýria.


Russiskir myndugleikar meta, at eingin persónur yvirlivdi vanlukkuna.


- Vit hava funnið vanlukkustaðið. Eingin persónur er funnin á lívi, sigur Igor Konashenkov, generalmajorur, við tíðindastovuna Reuters.


Upplýst verður eisini, at flogskipararnir ikki góvu nakra sum helst ábending um, at trupulleikar vóru við flogfarinum áðrenn myndugleikarnir mistu samband við tað.


Russiski forsetin Vladimir Putin hevur lýst 26. desember at vera ein sorgardag fyri russisku tjóðina.


Umborð á flogfarinum vóru millum annað 65 limir í kenda russiska hernaðarkórinum, Alexandrov Ensamble, ið eftir ætlan skuldu syngja fyri russiska hernaðarmonnum á einum nýggjárshaldi í Sýria, umframt níggju journalistar, átta hernaðarfólk, tvey embætisfólk og manningin á flogfarinum, ið taldi átta fólk.