Teir politisku flokkarnir eiga at taka betri partar fyri seg og gera valevnislistar í góðari tíð.
Tað helt Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, tá ið uppskotini um valskipan vóru til viðgerðar í Løgtinginum í gjár.
Nógv av prátinum snúðu seg um, at við einum valdømi, verður tað tórført hjá valevnum kring landið at sleppa upp í part.
Men landsstýriskvinnan helt, at hetta kunnu flokkarnir og lokalu valfeløgini gera nakað við.
- Lokalu valfeløgini hava eina megnar uppávu og tað er at geva valevnislistar í góðari tíð, so at valevnini fáa høvi og stundir at gera vart við seg.
Í Danmark gera tey tað og har hava tey eitt heitið, sum er folketingskandidat og tað eru standandi valevni, sum fáa stundir at gera vart við seg, umframt at fólk vita, hvørji eru uppstillað.