Politisku flokkarnir hava fingið skund. Løgtingsval er útskrivað at vera týsdagin 20. januar 2004, og tríggjar vikur undan valinum, skulu flokkarnir hava latið valevnislistarnar inn. Tað vil siga í seinasta lagi týsdagin 30. desember.
Seks vikur til valstríð verður ikki hildið at vera lítið aðrastaðni, men tíðin at fáa valevnini klár er knøpp. Flokkarnir eru longu farnir undir at skipa fyri fundum, har innkomnu uppskotini til valevni vera vigað.
Anfinn stillar upp
Fólkaflokkurin sat á fundi mánadagin, tá ið Sosialurin royndi at fritta, um høvuðspersónurin síðstu dagarnar, Anfinn Kallsberg, løgmaður, stillar uppaftur.
? Sjálvandi. Hann kemur aftur við fullari styrki, segði Óli Breckmann teskandi í fartelefonina. Løgmaður hoyrdist í bakgrundini, har hann greiddi frá støðuni síðstu dagarnar.
Løgmann sjálvan fingu vit ikki orðið á, men sostatt skuldi allur ivi verið ruddaður av borðinum, um Anfinn Kallsberg stillar uppaftur. Spurningurin er, hvussu hansara val verður hesaferð. Tað er hugsandi, at norðoyingar fara at gera manngarð um mannin, sum er tikin í at hava svikað fyri 20 til 25 árum síðan. Boðskapurin hjá Anfinni um, at tað umráddi at bjarga nøkrum arbeiðsplássum, fær hann helst samhuga fyri.
Hinir stóru flokkarnir hava ikki sagt seg viljað í eina samgongu, har Anfinn Kallsberg er løgmaður, og tí má Fólkaflokkurin helst leita sær eftir einum nýggjum løgmansevni.
Ein javnaðarjokari
Javnaðarflokkurin stillar kanska ein jokara upp, tá listin er klárur 30. desember, avdúkar Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins. Men hann vil ikki siga, hvør tað verður.
? Vit eru klár at fara í valstríð. Ideologiskt eru vit ótrúliga væl fyri, og økomoniskt eru vit rímiliga væl fyri, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sat eisini á fundi á Gamla Apoteki júst um valið, tá vit ringdu til hansara. Hann viðgongur, at valið kom nakað knappliga á tey, men annars eru tey altíð klár til val.
? Eg havi altíð hildið, at seks vikur er í so langt tíðarskeið til eitt valstríð. Í Danmark eru tað bara tríggjar vikur, og tá brenna tey alt av í fullum dampi. Her merkja vit ofta eina linking, sum tíðin gongur, tí tað er ov langt. Kanska er tað ein fyrimunur, at jólini koma ímillum. Eg haldi tað hevði verið eitt hugskot, um flokkarnir og almennu fjølmiðlarnir, sum stýra ein part av valstríðnum, samdust um at koyra á frá 3. januar og úteftir, sigur Jóannes Eidesgaard.
Annars fáa tey nokk at gera kortini, tí tríggir uppstillingarfundir skulu avgreiðast áðrenn 30. desember. Aftur vísir Jóannes Eidesgaard til Danmark, har vallistarnir altíð eru klárir. Í Føroyum standa flokkarnir á berum hvørja ferð, tað verður boðað til val. Hjá Javnaðarflokkinum ræður stutt og greitt um at koma aftur til stjórnarvaldið eftir oyðimarkargongd í sjey ár.
Fullveldi til fólkið
Tjóðveldisflokkurin ger eisini skjótt av, og innkallað var til fundar longu mánakvøldið hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Tríggir uppstillingarfundir skulu haldast, og ætlanin er at fáa málið avgreitt áðrenn jól.
? Vit skulu hava fullveldismálið aftur til fólkið. Í 2001 var fólkaatkvøðan tikin frá okkum, og tískil endaði sjálvstýrismálið aftur í tí partapolitiska spælinum, sum tað altíð hevur ligið í. Vit fara til val uppá, at Grundlógin skal til fólkaatkvøðu. Eg haldi, at tað var ein beinleiðis samanhangur millum ta optimismu og tann framburð, sum var í samfelagnum, og fullveldismálið, tá tað enn var í fólkinum, sigur Høgni Hoydal, formaður floksins.
Tað vera stórt sæð tey somu fólkini, sum stilla uppaftur, skilst, men Leivur Hansen, sjónvarpsmaður og fyrrverandi borgarstjóri í Havn, hevur longu boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur. Annars eru tað fleiri, sum aftur eru í kuldanum, tí landsstýrisfólkini vóru søgd úr starvi. Jógvan Arge og Rói Egholm noyddust at lúta, tí Høgni Hoydal og Annita á Fríðriksmørk komu aftur á ting, men teir kunnu so ugga seg við, at teir hava fingið høvi at gjørt vart við seg ta tíðina, teir hava sitið á løgtingi.