Floksformenn umrøða felags politisk áhugamál

Formenninir í samstarvsflokkunum, Sambandsflokkinum og Vinstra, eru samdir um grundleggjandi felags virðir og samstarv í Ríkisfelagsskapinum.


Formenninir í samstarvsflokkunum, Sambandsflokkinum og Vinstra, eru samdir 
um grundleggjandi felags virðir og samstarv í Ríkisfelagsskapinum 

 


Nýggi formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen, hevur á fundi í dag 
hitt formannin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, ið eisini er 
forsætisráðharri Danmarkar. 

 


Fundurin fór fram í Forsætismálaráðnum í Keypmannahavn, har ið formenninir í 
samstarvsflokkunum báðum høvdu høvið at tosa saman um mál av felags áhuga. 
Teir skiftu m.a. orð um politisku støðuna í londunum hvør hjá øðrum, um 
samstarv, menning og avbjóðingar í Ríkisfelagsskapinum – og um týðandi 
aktuel politisk mál. 

 


Bárður Nielsen sigur í hesum sambandi: 

 

 


”Lars Løkke Rasmussen og eg eru samdir um tey grundleggjandi felags virðini 
í Ríkisfelagsskapinum, og flokkar okkara arbeiða fyri at menna felagsskapin 
til felags gagn fyri føroyingar, danir og grønlendingar”. 

 


Bárður Nielsen og Lars Løkke Rasmussen hava hitst við mong høvi, men 
fundurin í dag er tann fyrsti teirra millum, síðani Bárður Nielsen tók við 
formanssessinum í Sambandsflokkinum tann 24. oktober.