Tað vóru fegnir gøtumenn, sum vóru at hoyra í telefonini, tá vit seint hóskvøldið fingu fatur á teimum.
Teir vóru tá lidnir at takast at við svenska IFK Norrkøping, og hóast talan aftur hesu ferð gjørdist um tap, so er einki at ivast í, at samanlagt varð tað GÍ, sum stóð seg best av teimum føroysku liðunum hetta summarið.
Byrjaðu væl
Henning Jarnskor, sum eins og vanligt taldist millum teir 11 gøtumenninar á liðnum, greiddi frá, at teir høvdu sett sær fyri, at teir komu til Svøríki fyri at vera við til at skapa ein góðan fótbóltsdyst.
Í útgangsstøði høvdu teir eisini tveir áleyparar, og tað eydnaðist eisini sera væl at fáa flutt spælið nakað niðan á vøllin, so talan ikki alla tíðina gjørdist um gúpparí niðaneftir.
Tá GÍ fyri fjúrtan døgum síðani vóru vertir fyri Norrkøping, nýttu teir fyrsta hálva tíman til at koma fyri seg. Ein hálvur tími, har svenskarar lættliga kundu fingið okkurt málið, um neyvleikin var til staðar. Seinni komu gøtumenn tó væl við, men tað var kanska væntandi, at ógvusliga byrjanin frá fyrra dystinum skuldi endurtakast.
Hetta hendi tó ongantíð, og sambært Henning komst hetta av, at teir beinanvegin fingu tak á síðunum, so svenskararnir ikki sluppu at spæla sítt vongspæl, við vandamiklum innleggum frá baklinjuni.
Ístaðin noyddust teir at royna seg upp eftir miðásini, og tá talan tá ofta gjørdist um høgar bóltar mitt fyri, so var lag á manni hjá Bartali og Poul at skalla hesar burtur.
Fyrstu 40. minnuttirnar eydnaðist tað so gøtumonnum at halda vertunum fullkomuliga burtur frá málmøguleikum, men so hendi tað, sum absolut ikki skuldi henda.
Ein svii slapp at halda beina leið móti málinum, og tá Sunnvard kendi seg noyddan at taka beinini undan honum, var dómarin eirindaleysur. Brotsspark til Norrkøping og reytt kort til Sunnvard.
Óneyðugt tap
Gøtumenn høvdu roknað við, at svenskararnir fóru at koma sum eitt óløgi í seinna hálvleiki, nú teir høvdu ein mann í yvirtal.
Hetta hendi tó als ikk, og ístaðin var tað GÍ, sum hevði fleri góðar royndir beinanvegin eftir steðgin. Ein av hesum royndum kastaði eitt fríspark av sær, og hesum tilboði tók Súni Olsen sær av. Bólturin varð sendir beina leið upp í málhornið, og fyrsta (og einasta) føroyska UEFA málið í ár varð veruleiki.
Hóast teir framvegis vóru í undirtali, so megnaði GÍ eisini eftir hetta at halda fast um skilagóða verjuspælið, soleiðis at vertirnir ikki sluppu fram at teimum góðu málmøguleikunum. Tað kundi kanska eisini eydnast teimum at fingið javnleikin til høldar, men eitt heldur óneyðugt mál til Norrkøpiong forðaði fyri hesum.
Eitt kiksað útspæl frá málverjanum datt fyri føturnar á Pär Andersson, og einsamallur móti málinum kundi hann aftur leggja heimaliðið framum.
Flott avrik
Hóast tað sostatt aftur gjørdist til eitt tap hjá GÍ, so er einki at taka seg aftur í, at teir kunnu vera ernir av sínum avriki í europeisku dystinum í summar.
Samanlagt vóru teir tað føroyska liðið, sum stóð seg best, og hetta er ikki bert galdandi, tá talan er um samlaða úrslitið av báðum dystunum.
Ikki minst tann sannroynd, at teir í 50 minuttir hildu mótstøðumonnunum, hóast ein leikara í undirtal, boðar frá eini væl eydnaðari luttøku, og eftir dystin tóktust teir eisini at vera sera væl nøgdir um avrikið:
- Hetta er so avgjørt nakað, sum vit læra av og taka við okkum til komandi landskappingardystirnar, helt Henning Jarnskor eftir dystin. - Serliga var tað avrikið í verjupartinum, sum var sannførandi, men vit mugu royna at vera eins væl konsentreraðir, tá talan er um dystir í heimligu kappingini. Har haldi eg, at vit hava givið alt ov nógvar møguleikar frá okkum, og tað hevur eisini kostað nógv.
Hvat GÍ so megnar at avrika tað, sum eftir er av kappingarárinum, er so ein onnur søga, sum ikki er liðug enn.
Eftir stendur tó, at teir í ár framdu klárt tað avrikið hjá føroyskum liðum í europeiskum høpi, og hetta kunnu bæði leikarar og venjari vera ernir av.
IFK Norkkøpoing-GÍ 2-1 (1-0)
IFK Norrkøping víðari við samanlagt 4-1
1-0: Mattias Flodstrøm 40. (br.)
1-1: Súni Olsen
2-1: Pär Andersson 56.
Reytt kort: Sunnvard Joensen, GÍ 40.
Dómarabólkur úr Luksemburg:
Henri Diederich, Arsene Lallemang, Francis Crelo ? Luc Wilmes
IFK: Norrkøping:
Eddie Gustafsson ? Mikael Strøm, Stefan Alvén, Fredrik Bild, Mathias Florén ? Pär Andersson, Mattias Östberg, Klebér Saarenpää (Jonas Wallerstedt 64.), Jonas Bjurstrøm ? Mattias Flodstrøm, Mathias Gravem (Patrik Jønsson 64.)
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Áslakur R. Petersen, Súni Olsen (Poul Henning Jacobsen 65.), Jóan P. Olsen, Magni Jarnskor, Henning Jarnskor ? Helgi L. Petersen (Óli Hansen 82.), Hans Pauli Petersen (Hallur Hansen 40.)