Sambært svensku myndugleikunum á útlendingaøkinum, Migrationsverket, er 20 flóttabørn, sum ikki fylgjast við nøkrum vaksnum, horvin uttan slóð av jarnbreytastøðini í Malmø. Tað skrivar svenska Aftonbladet.
- Vit vita ikki, hvat er hent við teimum, sigur eitt talsfólk fyri Migrationsverket.
Og tað er heldur ikki fyrstu ferð, at børn uttan fylgjara hvørva.
- Um tað eru skyldfólk, felagsskapir ella ókend fólk, sum koma eftir teimum, vita vit ikki. Vónandi eru tað privatpersónar, sum halda seg gera eina góða gerð, sigur talsfólkið.
Sambært Annelie Larsson, ið hevur ábyrgdina fyri almannatænastuni í Malmø, hvurvu tey okkurt um 20 børnini, tá ið tey vóru áveg til eitt fyribils stað at vera.
- Men tey komu ongantíð fram. Vit vita ikki, hvat her hent, men starvsfólk hjá okkum hava sæð, at persónar royna at koma í samband við tey mongu einsamøllu børnini, tá ið tey koma til jarnbreytastøðina, sigur Annelie Larsson