- Størsta ynski hjá flóttafólkum er at sleppa heim aftur. Tey eiga at hjálpast so nær heimlandinum sum møguligt. Har kunnu vit gera mun.
Tað sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður og formaður Fólkafloksins.
Hann vísir á eina ferð, sum Rodmundur Nielsen, tingmaður og hann sjálvur gjørdu á sýriskari flóttafólkalegu fyri einum ári síðan, har teir vóru við fyri at hjálpa flóttafólkunum.
- Ynskja vit at gera mun við flóttum, er lykilin ikki at taka tey til Føroya. Tá strekkir okkara orka bert til at hjálpa nøkrum heilt fáum. Heldur eiga vit at hjálpa teimum so nær teirra heimlandi sum møguligt. Tá kunnu vit hjálpa nógvum og gera mun, sigur Jørgen Niclasen.
Hann vísir á, at Føroyar játta pening til neyðhjálp og til menningarhjálp, so Føroyar eru við, men spurningurin er, um vit gera og geva nokk, leggur hann aftrat.
- Fólkaflokkurin er limur í evropeiskum felagsskapi fyri konservativar flokkar. Vit avgjørdu í felagsskapinum at hjálpa sýriskum flóttum, og í januar í fjør fóru vit politikkarar úr 14 evropeiskum londum til Turkalands, beint við sýriska markið.
Hann sigur, at tey arbeiddu í leguni í fýra dagar og fingu innlit í teirra viðurskifti og teirra ynski.
- Tey vóru ovurtakksom fyri leguna beint við teirra heimland, og teirra størsta ynski var at sleppa heimaftur at byggja upp. Legan varð bygd eftir einum ári, og her vóru 17.000 flóttafólk á leguni.
Hann leggur aftrat, at her vóru bústaðir, sjúkrahús og supermarknaður við teirra vanliga mati, og her var skúli við sýriskum lærarum og sýriskum undirvísingartilfari.
- Moska var eisini bygd, og tey livdu millum síni egnu so nær sínum vanligu umstøðum sum møguligt.
Jørgen Niclasen sigur, at hann altíð hevur hildið, at rættast er at hjálpa teimum so nær teirra heimi sum møguligt, og eftir arbeiðsdagarnar í leguni gjørdist hann enn meira sannførdur um hetta.