Eins og í fjør varð ein sonevndur showbilur avdúkaður, tá festivalurin byrjaði. Hesaferð var tað ein Volvo lastbilur við krana hjá fyritøkuni Preben Nielsen í Ballerup. Tað er Henrik Kofod, sum dagliga koyrir bilin. Hann hevur staðið fyri projektinum við at gera bilin um til ein sonevndan showbil við sera flottari lakkering og dekorering í kabinuni. Bilurin vakti eisini ans á festivalinum.