Flutningsflogfar fór av breytini

Eitt íslendskt flutningsflogfar fór av lendingarbreytini í París fyrrakvøldið Tað er ikki á hvørjum degi, at flogfør enda við síðuna av lendingarbreytini, men í dag hendi tað í London, og fyrrakvøldið hendi tað í París.

Í parís var talan um eitt flutningsflogfar hjá íslendska felagnum Atlanta. Flogfarið fór av breytini, tá tað setti seg í Charles de Gaulle-floghavnini.

Fronsku loftferðslumyndugleikarnir siga, at lendingarbreytin var hál, og harafturat var nógvur síðuvindur, tá flogfarið setti seg.

Bara manningin var í flogfarinum, og hon fekk ongan skaða.