Í fjør vuksu bæði innflutningurin til Føroya og útflutningurin úr Føroyum. Men útflutningurin vaks nokk so fitt meiri enn innflutningurin. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir gongdina í handilssambandi okkara við umheimin í fjør.
Uppgerðin vísir, at í fjør innfluttu vit ymsar vørur fyri 4.335 millard og tað er 3% meir enn í 2009, tá ið innflutningurin var 4.199 millard.
Í hesum tølunum er innflutningurin av skipum og flogførum tikin við.
Men verða tey tikin burtur úr, var innflutningurin í fjør 4.081 milliard og tað er 10% meiri enn í 2009, tá ið innflutningurin var 3.705 milliard.
Hinvegin útfluttu vit fyri 4.577 milliard í fjør og tað eru 12% meiri enn í 2009, tá ið útflutningurin var 4.098 milliard.
Ikki óvæntað, eru fiskavørur nógv tann størsti parturin av útflutninginum. Í fjør var útflutningurin av fiskavørum 4.180 milliard og tað er 14% meiri enn í 2009, tá ið hann var 3.655 milliard.
Annars vísa innflutningstølini, at innflutningurin av vanligum húsarhaldsvørum er minkaður 1% í fjør, men tað, sum ger tann stóra munin, er, at innflutningurin av brennievni er vaksin 47% og innflutningurin av rávørum til fiskavirking er vaksin 55%.
Hinvegin er innflutningurin av skipum og flogførum minkaður 49%.
Hyggja vit at útflutninginum, er útflutningurin av uppisjóvarfiski vaksin heili 48% í fjør aftur ímóti í 2009 og útflutningurin av botnfiski er øktur 14%.