Gekkurin hjá Kringvarpi Føroya í annaðkvøld verður fluttur til klokkan 20.
Orsøkin er, at Danmarks Radio samstundis sendir X Factor – og tí kunnu føroyskir sjónvarpshyggjar ikki spæla Gekk.
Hesum boðar Kringvarpið frá á Facebook. Enn er einki sagt um, hvørt Dagur og Vika eisini verður flutt, so føroyingar í friði og náðum kunnu síggja danskt sjónvarp.