Uttanfyri standa flytibingjurnar, og inni í rúmligu húsunum hjá kommandørinum fyri Færøernes Kommando sær tómligt úr, hóast innihaldi úr tveimum bingjum er komið inn á bonaðu parkettgólvini. Kommandørhúsini eru stóru hvítu húsini Yviri við Strond, og Jan er 19 kommandørurin sum flytir inn, síðan danska hervaldið keypti húsini í 1951.
Tað er flytidagur og fráfarandi kommandørurin Jesper Dinesen er farin av landinum. Í luftini hongur roykurin av nýsmurdari máling og lítli hundurin Mille, ein arrigur Yorkshireterri, knurrar óttafullur í øllum hesum nýggja og ókenda. Kanska hon hugsar um hundar niðri í danska heysthitanum.
Nýggju kommandørhjúnini Jan Torben Leisborch og konan Doris hava nú verið í Føroyum í níggju dagar. Tey síggja troytt út og gleða seg til at fáa alt upp á pláss.
-Vit hava hildið til upp í "lejrinum" síðan vit komu til landið, siga tey bæði við ein munn, meðan vit sita við einum nýgjørdur kaffimunni í hondini. Vit sita rundan um undirstellið á einum sofaborði, og í hesi løtu koma flytimenninir við borðplátuni. Ein gráhvít marmorpláta, einaferð eitt petti úr einum grótbrotið úr Italiu. Kopparnir eru stórur og rúmligir, úr kongaligum postalíni og hoyra til í húsunum. Tað er Førøerner kommando, sum hevur keypt teir.
"Lejrurin" tað er Mjørkadalur millum mjørkadalsmenn. Støðin niðri í dalinum fær ikki annað navn millum starvsfólkini.
Flytifuglar
-Tað hevur verið forvirrandi, vit hava hildið til í einum lítlum kamari har uppi, so munurin er stórur. Hetta húsið er bara so praktfult og útsýni er allastaðni, sigur Doris og tekur Mille upp í fangið. Millie er bangin. Og hóast hon letir við halanum, tá Doris uggar hana, so knurrar hon framvegis eftir mær. Eg veit ikki hví, eg havi onki gjørt henni, hugsi eg við mær sjálvum.
Vit sita í tí norðastu stovuni av trimum í hesum borgarkenda bygningi. Vit síggja allan Nólsoyarfjørð og húsini standa so niðalaga, at tað kennist sum at sita í einum báti. Ballsalurin vendir niðan eftir beint niðan móti húsunum hjá Jóanes Nielsen, skaldi. Húsini eru kolosal, hugsa vit um at tey eru góð 50 ára gomul, bygd í eini tíð, tá nøkur fá høvdu pengar, men tá meginparturin av føroyingunum vóru fátækir, hóast stríðsárini góvu bæði pening og sorg.
Tað var Eyðolvur á Heygum, byggimeistari í Vestmanna, sum í 1948 teknaði húsini til Havgrím Johannesen, heilsølumann í Havn. Búskapurin rak í móti í hesum døgum og Havgrímur misti húsini stutt eftir, at hann var fluttur inn. Síðan 1951 hava kommandørarnir á Førøernes Kommando hildið til í húsunum Yviri við Strond.
Kommandørhjúnini eru flytifuglar og um trý ár sita eini nýggj hjún í akkurát somu støðu sum Jan og Doris Leisborch.
-Vit vera settir fyri trý ár í senn og vanliga sita vit ikki longur enn trý ár í sama starvi. Vit kunnu søkja um at fáa starvstíðina longda, men tað er ikki altíð, at hetta verður eftirlíkað. Undanmaður mín Jesper Dinesen sat í seks ár. Hetta komst av, at hann skuldi fara frá vegna aldur, og honum varð játtað at sita tað eftir var av starvstíðini í Føroyum, sigur Jan Torben Leisborch.
Pakkar við flytigóðsi eru allastaðni, men ikki nógv av viðførinum hjá kommanførhjúnunum minnir um kríggj og hernaðarútbúnað. Jú á einum borði liggja vápnaskjøldranir ella merkini hjá deildunum, sum Jan hevur tænt, síðan hann sum heilt ungur fór upp í herðin. Og tvær pussaðar kanónmessingpatrónir minna okkum á, at vit hava við ein heryvirmann at gera.
-Vit vóru og hugdu eftir húsunum í summar og so høvdi vit eisini ein fund við málarameistaran, sum skuldi mála húsini. Tað var heilt ótrúliga vakurt í góðveðrinum. Tyrlan hjá donsku sjóverjuni flutti okkum av flogvøllinum og til Havnar og flogskipararnir vístu mær runt. Vit flugu yvir Havnini og vóru ein túr yvir Mjørkadali eisini, sigur Doris, sum rættuliga bleiv forelskað í Føroyum.
-Nú eru vit so her, og eg eri heilt ørkymlað av øllum teim nýggju nøvnunum sum eg skal minnst til. Her eru so nógv nýggj fólk og meginparturin av okkara tingum eru ikki pakkaði úr enn. Vit hava livað sum í einum kufferti nú í fleiri mánaðir, tað er spennandi, men strævið, sigur Doris.
-Eg havi ongantíð starvast uttanfyri Danmark, sigur Jan Torben Leisborch. Jú eg havi verið við Vædderen undir Føroyum og í Grønlandi og so havi eg eisini verið við Triton. Men eg havi ikki starvast har Nato annars heldur til. Hetta er ein spennandi avbjóðing í Føroyum og eg ivist onga løtu í at vit fara at fella til. Eg havi 12 ár eftir í herinum og í hvussu er trý av teimum skuldu vera í Føroyum, verður lív og heilsa, sigur hann.
Vit hyggja oman í havastovuna. Uttanfyri kínir vestfallið fjøruni og aldurnar skvætla næstan niðan í havan.
-Her er bara so vakurt og hvussu verður tað ikki í vetur, tá brim og stormar fara at herja, sigur Doris hugusnnarsom.
Hóast borgin er úr betong, so nýtast tey ikki at óttast fyri kulda. Í gongini, í Hall´ini er opin eldstaður, í stovunum eru vakrir brenniovnar og so er vanligur miðstøðuhiti eisini.
Millie knurrar, eitt horn á einum møblastykkið er kroyst í bingjuni, tá hon rullaði umborð á skipi á veg heim til Føroyar. Tú sær spønplátuna í beninum, men annars sær meginparturin út til at vera komið heilskapað heim.
-Og tað var stormur, beint áðrenn skipið kom til Føroya við okkara flytigóðsi, so vit hava verið heppin, sigur Jan Torben Leisborch, sigur okkum farvæl og fer innar aftur í óruddið.
Chefskifte ved Færøernes Kommando
>
> Den 29 AUG er der chefskifte ved Færøernes Kommando. Kommandør Jan Torben
> Leisborch tager over som chef for kommandoen efter Kommandør Jesper
Dinesen
> der pensioneres.
> Kommandør Leisborch og hans hustru Doris ankom Færøerne den 27 AUG. De har
> ingen hjemmeboende børn.