Dagstovnurin Birkilund í Havn er so fongdur av blámusoppi, at øll flyta áv stovninum í summar.
Stovnurin er stórur, men talið av børnum, sum skulu í annan stovn, verður ikki so stórt, tí ein partur fer í skúla í summar, og nýggj børn verða ikki tikin inn til henda stovnin í summar.
Tað hevur eydnast at finna onnur høli í grannalagnum til tey á stovninum.
Húsaumsitingin fer nú at gera eitt tilmæli til býráðið um, hvat tað fer at kosta at umvæla húsið. býráðið fer væntandi í mai at taka støðu til, um umvælingin skal gerast, ella húsið skal takast niður.