Seinasti møguleiki hjá føroysku feløgunum at leggja afturat hópinum er í kvøld áðrenn midnátt. Fleiri nýggj andlit hava verið at spæla eftir summarsteðgin. Spurningurin er nú um tað verða fleiri.
Tað er er lítið at frætta á tíðindafrontinum um leikaraskifti nú flytingarvindeyga smekkar í á midnátt.. Øll feløgini uttan EB/Streymur hava havt tilgongd ella frágongd av minst einum leikara.
HB er nokk tað liðið, sum hevur fingið sterkastu nøvnini til, men eitt nú Odmar Færø og Pól Jóhannus Justinussen kunnu eisini vísa seg at verða ótrúliga sterkir fyri ávíkavist B36 og NSÍ.
Tað hevur annars ljóðað í summar, at Heini Vatnsdal skuldi til HB at styrkja um verjupartin, men at feløgini ikki kundu blíva samd um ein prís fyri U21 landsliðsleikaran. Víkingur ætlaði helst at Lasse Qvist skuldi taka yvir eftir Finnur Justinussen, men tað hevur als ikki rigga. Men Víkingur hevur ongar ætlanir um at fáa ein áleypara inn fyri Lassa Qvist, sum er farin av landinum.
Yvirlit yvir leikaraskifti í summar:
KÍ:
Út: Filip Djordjevic (til Víking)
EB/Streymur:
Víkingur:
Út: Lasse Qvist (ókent)
Inn: Filip Djordjevic (frá KÍ)
ÍF:
Út: Simon Skibsted (ókent)
Inn: Tórður Thomsen, Ari Ó. Ellingsgaard (var útleigaður til NSÍ), Arnold Kristiansen og Heri Nesá (frá Århuus Fremad)
HB:
Út: Høgni Midjord (til FC Suðuroy)
Inn: Rókur av Fløtum Jespersen (frá ÍF Føroyum), Rógvi Poulsen og Jóhan T. Davidsen (Århuus Fremad)
B36:
Inn: Odmar Færø
NSÍ:
Út: Ari Ó. Ellingsgaard (til ÍF)
Inn: Pól Jóhannus Justinussen
TB:
Inn: Nenad Stankovic
B68:
Út: Jústinus Hansen
FC Suðuroy:
Inn: Høgni Midjord (Frá HB)